Føroyskur uttanríkis-, verju- og gjaldoyrapolitikkur

Verður tað ein trupulleiki fyri einar sjálvstøðugar Føroyar at reka uttanríkis-, verju- og gjaldoyrapolitikk ? eins og danski statsministarin í samrøðu í SVF og føroysku bløðini vildi verða við?

Fogh í Føroyum
Danski statsministarin var sera væl fyrireikaður og greiður á vitjan síni í Føroyum. Anders Fogh Rasmussen hevði sett sær fyri at fáa ein meira positivan tóna partanna millum og má hetta sigast at verða eydnast til fullnar. Vónandi fer framtíðar samstarvið at verða eins væleydnað.

Eg kundi - saman við politisku flokkunum og stórsta partinum av føroyska fólkinum - gleðast um boðini, men gjørdist tó minni glað, tá ið Fogh í samrøðu í SVF og síðan eisini í føroysku bløðunum, kom inn á framtíðar uttanríkis-, verju- og gjaldoyrapolitikk Føroya.

1) Uttanríkispolitikkur
Fyri tað fyrsta nevndi Fogh, at tað fór at gerast sera trupult fyri eitt lítið land sum Føroyar at reka uttanríkispolitikk ? eitt nú, tí tað var ov dýrt at stovna umboðsstovur v.m. í útlondum.

Her fer Fogh tó skeivur. Tá ið umræður umboðsstovur gera lítil lond ? sum Føroyar ? avtalur við størri lond, ið hava umboðsstovur kring heimin soleiðis, at føroyingar móti gjaldi, kunnu nýta hesar umboðsstovur eftir tørvi. Harvið gerst kostnaðurin sera avmarkaður.

Hartil kemur, at Føroyar longu í dag hava egnar umboðsstovur í Danmark, Belgia og Skotlandi. Gerast Føroyar sjálvstøðugar hevði møguliga verið skilagott við einari umboðsstovu á asiatiska og einari á amerikanska marknaðinum av tí, at hesir marknaðir eru sera viðkomandi fyri føroyskt vinnulív.

Uttanríkisøkið er stórt og fjølbroytt. Við uttanríkispolitikki fylgja atlit, ábyrgd og uppgávur.
Føroyar hava í dag eina servitan á økinum og uppbyggja støðugt eina enn betur vitan ? m.a. umvegis Uttanlandsdeildina á Løgmansskrivstovuni ? og somuleiðis umvegis stýrini, ið javnan samstarva við útlendskar myndugleikar. Eitt nú kann nevnast, at Føroyar longu í dag standa fyri beinleiðis samráðingum við ES og aðrar fiskivinnutjóðir um handils- og fiskivinnuavtalur og eisini eru omanfyristandandi umboðsstovur settar á stovn.

Hartil skal nevnast, at Danmark í dag umboðar Føroyar í flest øllum altjóða felagsskapum. Danmark fer sjálvsagt fyrst og fremst at hugsað um egin áhugamál, og eru hesi ikki altíð í samsvar við føroysk.

Sum dømi kunnu nevnast, at Danmark eitt nú hevur atkvøtt ímóti stórhvalaveiðu í altjóða hvalaveiði felagsskapinum ? ímóti ynskjum hjá føroyingum. Eisini hevur Danmark forða fyri góðum avtalum viðvíkjandi útflutningi av føroyskum rækjum til ES og somuleiðis hevur Danmark lagt seg útí eina trílandaavtaluna millum Føroyar, Ísland og Grønland á fiskivinnuøkinum.

Einar sjálvstøðugar Føroyar vilja kunna umboða føroysk áhugamál, tá ið umræður uttanríkismál.

2) Verjupolitikkur
Somuleiðis vísti Fogh á, at verjupolitikk fór Føroyar eisini at hava trupult við, tí ov dýrt er at hava eina hernaðarliga verju.

Eisini hesum viðvíkjandi talar Fogh ósatt. Fogh er so sera greiður yvir, at Føroyar sjálvsagt ikki fara at byggja upp nakra hernaðarliga verju. Føroyar fara í samstarvi við eitt nú NATO at fáa tað verju, ið er neyðug, skuldi kríggj brostið á.

Verjupolitikkur Føroya fer ? eins og verjupolitikkur Danmarkar ? í stóran mun at verða stýrdur av teimum størru tjóðunum í heiminum. Føroyar fara óivað í framtíðini ? eins og í dag ? at luttaka í altjóða verjupolitikkinum hjá vesturlendsku londunum.

Sum sjálvstøðug tjóð fer Føroyar at fáa lut í inntøkum frá NATO í sambandi við at føroysk jørð verður nýtt til verjuendamál og samstundis vil Føroyar eisini fáa møguleika fyri at samráða seg fram til loysnir, sum uttan iva m.a. fara at innibera nýggjar samstarvs- og vinnumøguleikar á nógvum økjum og harvið øktar inntøkur.

3) Gjaldoyrapolitikkur
Eisini vísti Fogh á, at lítil lond sum Føroyar hava sera trupult við at hava egið gjaldoyra. Tískil metti Fogh tað verða best fyri Føroyar at verða undir donskum myndugleikum hesum viðvíkjandi.

Men Fogh veit, at tá ið tað kemur til gjaldoyrapolitikk, so kemur sjálvstøðugt gjaldoyra sjálvsagt ikki uppá tal í Føroyum. Hetta hevur heldur ongantíð verið ætlanin og fara Føroyar óivað um ikki so nógv ár at nýta evruna sum gjaldoyra.

Tað vil altíð verða ein fyrimunur at nýta sama gjaldoyra sum tey lond, ið vit innflyta frá og útflyta til ? hetta til tess at spara transaktións- og váðakostnað.

ES er heilt klárt nógv tann stórsti marknaðurin hjá føroyska vinnulívinum og tað er tískil sjálvsagt, at Føroyar - um ætlanin er at nýta annað gjaldoyra enn donsku krónuna - fara at nýta evruna sum gjaldoyra. Tað hevur ljóðað at danir aftur skulu til fólkaatkvøðu viðvíkjandi evruni um nøkur ár, og gongur europeiska gjaldoyrasamstarvið sum ætlað, fer danska krónan óivað at verða skift út við evruna tá. Í so fall fara føroyingar óivað eisini at nýta evruna.

Nú komið er inn á gjaldoyrapolitikk skal nevnast, at besta loysnin fyri altjóða handilin hevði verið eitt felags altjóða gjaldoyra fyri allar tjóðir. Hetta hevði í stóran mun gjørt tað lættari at keypt og selt vørur tvørturum landamørk, og hevði hetta gjørt kappingina størri til gagns fyri allar borgarar og samfeløgini sum heild.

Vit síggja eitt nú, at lond í suðuramerika fáa alsamt størri áhuga fyri at nýta US-dollar sum gjaldoyra og somuleiðis er stórur partur av Europa farið at nýta evruna. Hetta eru tiltøk, ið kunnu verða stig á leiðini fram ímóti einum felags altjóða gjaldoyra. Eitt tílíkt gjaldoyra vil tó ikki koma uppá tal tey fyrstu mongu árini.

Megna Føroyar ikki uppgávuna ?
Sum nevnt omanfyri er danski statsministarin fult upplýstur um, at føroyski framtíðar uttanríkis-, verju- og gjaldoyrapolitikkurin ikki fer at fáa teir trupulleikar, ið Fogh nevnir og mugu útsagnir Fogh?s tískil tulkast sum ein roynd at fáa føroyingar at trúgva, at vit ikki eru førir fyri at klára okkum á nevndu økjum.

Hetta er ikki saklig upplýsing ? og eiga føroyingar ikki at taka hesar útsagnir fyri fult. Sjálvsagt kunnu Føroyar eins og aðrar smátjóðir ? í samstarvið við aðrar tjóðir - klára seg væl og menna seg á uttanríkis-, verju- og gjaldoyraøkinum.

Greitt er, at verju- og gjaldoyrapolitikkur í stóran mun verður avgjørdur av størstu tjóðunum í heiminum, men gerast Føroyar sjálvstøðugar er møguleiki fyri at velja loysnir, ið hóska seg betur til føroysk áhugamál ? eitt nú viðvíkjandi hvat samstarv vit ynskja við NATO og hvat gjaldoyra vit ynskja at nýta.

Føroyar á altjóða leikpallinum
Nógvar smáar tjóðir virka kring heimin í dag. Fólkatal og landafrøði hevur ikki longur avgerandi týdning fyri, hvørt ein tjóð klárar seg á altjóða leikpallinum.

Í og við at alheimsgerðin er við til at opna landamørk, handils- og samstarvsmøguleikar v.m. er alheimsgerðin í stóran mun við til at fremja áhugamálini hjá smáum tjóðum.

Føroyar liggja landafrøðiliga í eitt av heimsins ríkastu økjum. Vit hava eitt sera vælútbúgvið fólk ? og harvið stórt vitunarligt ríkidømi. Vit hava stórt ríkidømi í havi og sannlíkt eisini í undirgrundini. Vit hava eitt framkomið, nýmótans og kappingarført vinnulív. Vit hava eina fólkaræðisliga stjórnarskipan og virða øll mannarættindi.

Vit hava harvið alt, ið krevst til tess at gerast ein sterk sjálvstøðug tjóð, ið fer at verða viðurkend á altjóða leikpallinum. Harvið fáa vit ríkar møguleikar fyri at samstarva við onnur lond og altjóða felagsskapir, eitt nú viðvíkjandi okkara uttanríkis-, verju- og gjaldoyrapolitikki.

Niðurstøðan er, at Føroyar hava allar fyritreytir fyri, at reka uttanríkis-, verju- og gjaldoyrapolitikk á høgum støði. Tískil fer danski statsministarin skeivur, tá ið hann ikki metur hetta verða møguligt fyri einar sjálvstøðugar Føroyar.