Føroyskur uppvísningur í Suðuroy

Leiðsluna hildu teir fýra so væl í Statoil Kring Føroyar í dag, at eingin aftur á í halaferðina á teimum, og tí er føroyska liðið, Team GTG, nú 13 minuttir og 42 sekund framman fyri kappingarneytarnar úr íslendska HFR Team.

 

Haraftrat vann Torkil Veyhe, so hann nú samanlagt er hálvanannan minutt framman fyri Guðmund Joensen, sum aftur er tveir minuttir framman fyri Árna Már Jónsson, ið nú er nógv fremsti útlendingurin í kappingini.

 

Hafsteinn Ægir Geirsson er næstan 12 minuttir aftan fyri Torkil, nú bara Streymoyarteinurin er eftir at koyra í morgin, og Troels Toftager Nielsen, ið var á odda frammanundan, er nú 13 minuttir aftan fyri Torkil. Hjá veteranunum vann Andrass Joensen í spennandi spurti á Gunnlaugi Jonasson.

 

Tað mesta avgjørt

Sostatt sær út til, at tað mesta er avgjørt undan seinasta degnum, ið var merktur ikki sørt av dramatikki, tá ikki færri enn fýra súkklarar noyddust at gevast, harav tveir teirra fóru á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar.

 

Veðrið var einki serligt, tí tað regnaði uttan slit, umframt at vindur og mjørki eisini tarnaði. Serliga á Hestinum fingu fleiri súkklarar stórar trupulleikar, tá hvirlur hóttu við at taka teir av vegnum ? og í einstøkum førum eisini gjørdu tað.

 

Seinasti kappingardagurin í Statoil Kring Føroyar er í morgin, tá Streymoyarteinurin er á skránni klokkan 14. Vanliga er hann úr Tjørnuvík til Havnar umvegis Saksun og Gomlurætt, men í morgin verður støða tikin til, um veðrið krevur onkrar broytingar.