Føroyskur ungdómur tykist hava fingið nokk av landsins leiðslu og tess raðfestingum. Tí savna tey kreftirnar til stórt mótmælistiltak á Vaglinum í Havn í dag klokkan 16 Undir heitinum »Ungdómur ? størsta útflutningsvøra føroyinga?« fara lesandi á Setrinum, vinstravendu politisku ungmannafeløgini, Føroya Ungdómsráð, umframt fleiri onnur stuðulsfeløg at mótmæla skeivu gongdini nú klokkan 16 seinnapartin.
Tey lesandi á Fróðskaparsetrinum greiða soleiðis frá, um hví tey hava valt at taka hetta stig.
- Við hesum vilja vit vísa okkara ónøgd við førda politikkin á útbúgvingarøkinum í Føroyum.
- Vit mótmæla, at samgongan svíkur lyftini í samgonguskjalinum um at raðfesta útbúgving og gransking í Føroyum.
- Vit mótmæla, at Søgu og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum skal kenna sviðan av hesum, hóast mong vilja lesa har.
- Vit mótmæla, at samgongan gongur ímóti øllum lyftum, ið allir flokkar góvu við seinasta val um, at Fróðskaparsetrið skuldi mennast til altjóða universitet.
- Vit mótmæla, at politiska skipanin er við at gera føroyska ungdómin til størstu útflutningsvøru føroyinga, við ikki at raðfesta útbúgving hægri.
Sera nógv ungmannafeløg, áhugafeløg og fakfeløg hava víst teirra samhuga, og stuðla tiltakinum.
Stuðlarnir eru higartil:
Starvsmannafelagið, Pedagogfelagið, Akademikarafelagið, Listafólkasamband Føroya (LISA), Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara, Meginfelag Føroyskra Studenta, Føroya Ungdómsráð, Unga Tjóðveldið, Unga Sjálvstýrið og Ung fyri Miðflokkin, og fleiri leggjast afturat.
Viðmerkjast skal, at HUXA og Unga Samband hava boðað frá, at tey ikki vilja stuðla mótmælistiltakinum.
Skráin verður kunngjørd um lítla løtu.









