Føroyskur ungdómssjónleikur í Litava

10 klaksvíkingar fara at taka lut á sjónleikarastevnuni ?1001 minutes of street theatre? í Litavia næsta mánað

Meginfelag áhugaleikara Føroya, MáF, hevur valt 4 gentur og 4 dreingir úr Klaksvík at fara til Kretinga í Litava á ungdómssjónleikarastevnuna ?1001 minutes of street theatre? 1.-11. juli 2005.
Tey ungu eru 13-16 ára gomul og fara til Litavia saman við dramalærarunum Eyð Matras og Sonju Schneider, sum báðar eru úr Klaksvík. Eyð og Sonja eru kendar í sjónleikaraumhvørvinum í Føroyum, har tær bæði hava spælt sjónleik og undirvíst í sjónleiki. Tær báðar hava áður ferðast út í heim at sýna føroyskt sjónleikarakynstur. Í 2001 vóru tær á stóru ungdómssjónleikarastevnuni EDERED í Estlandi, og í 1997 ferðaðust tær í Lofoten við ungdómsleikinum ?Vøkuljóð?.
Tað er Theatre-studio ?Atzalynas?, ið hevur sent MáF innbjóðing til hesa sera spennandi stevnu, har 3 lond, Rusland, Føroyar og Litava, verða umboðað. Hvørt landið verður umboðað av 8 ungdómsleikarum og 2 vaksnum fólkum. Harumframt vera lærarar og stevnuleiðarar við.
Samstarvið við Theatre-studio Atzalynas í Kretinga fer at halda fram. Seinri koma vertirnir úr Litava, lærarar og næmingar, til Føroya á líknandi stevnu.
Leygardagin 18. juni verður kunnandi fundur við foreldrini at teimum, ið fara. Fundurin verður í Ósáskúlanum kl. 16.