Føroyskur tónleikur hot í Belgia

Orca, Budam, Gestir og Boys in a Band framførdu um vikuskiftið á føroyska sýnisgluggatiltakinum Atlantic Soundscapes í Belgia, ið varð skipað av føroysku sendistovuni í Brussel, Norðurlandahúsinum og SamVit. Uml 100 umboð úr tónleikavinnuni og politikki úr nógvum ymsum londum vóru savnað saman at hoyra bólkarnar í væl umtókta spælistaðnum, Berschshouwburg í sentrum í Brussel. Men hvat søgdu hesi umboðini um tónleikin, og hvat er komið burturúr tiltakinum? Hesum spurningum svarar eygleiðarin hjá Sosialinum í dag

Budam vóru fyrst á pallin. Síðani Orca. Eftir Orca komu Gestir. Og endað varð við Boys in a Band. Tað er lítil ivi í, at Orca og Boys in a Band áttu mest ógvusliga aftursvarið frá áhoyrarunum í salinum. Tey vórðu fullkomiliga blást um koll av hesum lívligu og spennandi framførslunum; kanska serliga Orca við oljutunnunum, fløskuorgulinum, pelabassinum og restini av teimum merkverdugu ljóðførunum, ið menninir spældu so meistaraliga á. Festivalfyriskiparar og fjepparar annars flokkaðust um Orca aftaná framførsluna, og teir hava longu nú fingið upp til fleiri avtalur í hús.

 

Orca fer beint í hjartað

Jean-Louis Brossard, ið hevur verið tónleikastjóri fyri franska, alternativa tónleikafestivalin Trans Musicales í Fraklandi síðani 1979, var á staðnum. Hann var blivin somikið hugtikin av Orca, tá hann hoyrdi fløguna hjá teimum, at hann beinanvegin bookaði bólkin á næstu skránna hjá festivalinum, sum verður 4., 5. og 6. desember. Konsertin hetta kvøldið gjørdi hann bara enn meira sannførdan um sína skjótu avgerð.

- Eg fekk boð frá Christian Hald Buhl um, at eg mátti koma á Atlantic Soundscapes at hoyra føroyska tónleikin, ið skuldi framførast har. Christian veit um mín alsk fyri slíkum tónleiki, ið Orca spælir, so hann sendi mær eina fløgu av bólkinum og bað meg endiliga koma yvir at hoyra teir live. Eg fekk fløguna, eg lurtaði og hugdi at DVD fløguni, og eg varð seldur.

- Tað er ótrúligt so nógv teir hava gjørt fyri at skapa hetta konseptið, og so eru bæði tónleikur og show framúr væl úr hondum greitt. Eg gleði meg at fáa teir yvir til Trans Musicales at vísa fram. Og eg ætli mær eisini at gera nógv burturúr. Ætlanin er, at teir skulu koma yvir í eina viku ella tvær og hava eina ordiliga røð av konsertum á og rundanum festivalin. Tí hetta konseptið er ikki at forsmáa. Og tað hevur stóran týdning, at tað verður eksponerað ordiligt.

- Tað fer at krevja nógv bæði av mær og av teimum at fáa teir yvir, men Orca er tónleikur, ið fer beint í hjartað hjá mær. Tað er ein bólkur, ið eg trúgvi nógv uppá, og eg ætli avgjørt at gera mítt fyri at fáa skipað teimum ein so góðan tónleikatúr til Fraklands, sum yvirhøvur gjørligt, segði Jean-Louis Brossard.

 

Má sleppa til Føroyar

- Hinir tríggir bólkarnir, sum framførdu har, vóru ok, men tað var serliga Orca, ið eg var komin fyri at hoyra, so restin var ikki so áhugaverd fyri meg. Men teir skulu eiga eitt, og tað er, at eg keddi meg ongantíð! Og tú kanst ætla, at eg havi verið til nógv keðilig showcase tiltøk ígjøgnum árini! Og so var suppan, sum vit fingu (fiskasúpanin hjá Birgir Enni, blaðkv.) ræðuliga lekkur. Mær dámdi eisini væl grindina, og haldi yvirhøvur, at maturin var ógvuliga góður.

- Eg siti nú aftaná tiltakið eftir við einari øgiliga sterkari sannføring um, at eg skal til Føroyar. Eftir alt, sum eg havi upplivað til Atlantic Soundscapes. Eg skal til hetta landið hjá tykkum, kosta hvat tað kosta við. Og eg gleði meg ótrúliga nógv, sigur Jean-Louis stórsmílandi við meg, tá samrøðan er liðug, og hann reisist og fer avstað.

 

Orca longu fleiri avtalur í hús

Afturat hesari avtaluni við Jean-Louis hava Orca fingið booking avtalu í lag við sama felagið, sum Jack Johnson og Coldplay hava í Hollandi, nevniliga The Alternative. Booking felagið NADA í Belgia hevur eisini fingið fatur á bólkinum, og so er góður møguleiki fyri, at teir skulu skriva undir sáttmála við eitt tað týdningarmesta distributiónsfelagið í Belgia, sum eitur Bang.

Fleiri onnur hollendsk feløg vísa áhuga fyri teimum. M.a skulu teir 30. august spæla á einum av størstu festivalinum har, og skulu tá deilast um pall við eitt nú Babyshambles, Kate Nash og Mogwai. Ein annar stórur nordiskur showcase festivalur í Hollandi hevur eisini bookað Orca at spæla tann 25. oktober, umframt at kenda hollendska teaturið Maaspoort ætlar at fáa fingrarnar í teir.

Sum skilst á lagnum, eru festivalar eisini farnir at ringja eftir Budam, men har er einki endaliga staðfest enn.

 

Helvtin imponeraði

- Eg helt, at Orca og Boys in a Band høvdu okkurt at bjóða uppá, men eg vil tó ikki siga, at eg ikki havi hoyrt tónleikin hjá teimum fyrr. Orca hevur bara nakað serligt yvir sær, sjálvt um eg ikki haldi bólkin vera so einstakan, sum onkur vil gera hann til. Og so hava Boys in a Band tveir ordiliga góðar sangir, sum er rættiliga positivt. Hinir báðir bólkarnir søgdu mær einki, legði Phillipe Decoster hart út við at fortelja mær, tá eg spurdi hann, hvat honum dámdi framførslurnar. Philippe umboðaði bæði stóra belgiska útgávufelagið 62TV Records og stóra belgiska distributiónsfelagið Bang. Tað er m.a hjá hesum felagnum, at belgiski bólkurin dEUS, sum nú er heimskendur og hevur selt meira enn eina millión fløgur kring heimin, gav út sína fyrstu fløgu. Bang breiðir út tónleik í eitt nú Belgia, Fraklandi, Bretlandi, Amerika og Japan.

Men hvat inntrykk hevur tú fingið av Føroyum og føroyska tónleikamarknaðinum? spurdi eg hann so.

- Tað veit eg ikki. Eg havi bara hoyrt fýra bólkar. Og eg haldi slett ikki, at tónleikur gongur út uppá, hvar hann kemur frá. Eg lurti eftir hvørjum sangi sær, og um eg finni ein sang, sum mær dámar onkrastaðni innímillum, kanni eg bólkin nærri. Eg helt ikki sum so, at eg hoyrdi nakað serføroyskt við bólkunum, sum framførdu á Atlantic Soundscapes. Eg haldi í grundini slett ikki, at eg hoyrdi nakað, sum eg ikki havi hoyrt fyrr. Men eg við tó siga, at Orca vóru mest áhugaverdi bólkurin, um eg skal hugsa í serstøkum, etniskum høpi.

- Tað kann eisini gera tað sama, hvar tónleikur kemur frá. Bara tónleikurin er góður. Sjálvt um mann ofta heldur, at t.d íslendskur tónleikur er ordiliga íslendskur, so er hann tað í grundini ikki. Tað er bara øgiliga lætt at definera tað sum verandi »íslendskt«, tá tú frammanundan kennir onkran bólk harfrá. Eingin bólkur er so serstakur, at hann kundi komið frá Mars. Og tað vóru hesir fýra føroysku heldur ikki.

 

Síðani ravmagnið

- Her í Belgia er ei heldur nakar so ógvusliga serligur bólkur. Síðani ravmagn bleiv uppfunnið, er tónleikur allastaðni farin at ávirkast globalt, og alt ljóðar eitt sindur av øllum í dag. T.d Budam er blues í minum oyrum. Tú ánar ikki, hvar bólkurin kemur frá, fyrr enn onkur sigur tær tað. Tað er heldur ikki Budam, sum hevur uppfunnið slagið, men tað er bara teirra útgava av tónleikinum. Boys in a Band eru ræðuliga kul, men tað er eisini bara garasjurokkur, og tú veist heldur ikki, hvar teir koma frá, fyrr enn tú fært tað at vita.

- Sum sagt haldi eg heldur ikki, at tað hevur nakað at siga, so leingi tónleikurin kemur frá hjartanum. Og tað vóni eg, at hann ger hjá hesum fýra bólkunum, sigur Phillipe avgjørdur at enda.

Tá eg tosaði við Phillipe, hevði hann enn ikki kannað við baklandinum hjá sær, um teir skuldu signera nakran bólk, men nú er komið í ljós, at distribusjónsfelagið Bang hevur tikið Orca til sín.

 

Ymsar men væl nøgdar meiningar

Aftursvarið frá teimum ymsu umboðunum fyri tónleik og politik, ið luttóku á Atlantic Soundscapes, var ógvuliga varierandi. Summi vóru meira ovfarin enn onnur, men sum heild vóru øll væl nøgd við tiltakið og høvdu fingið okkurt burturúr.

- Tað riggaði hjá okkum at fáa hetta blást upp í pressuni, at fáa vakt ans fyri tiltakinum og føroyskari mentan. Vit gjørdu tað rætt, sikkurt tí at vit hava tikið tað í álvara. Tað hevur ávirkað tey, ið vit hava tosað við, soleiðis at tey eisini hava tikið tað í álvara, og á tann hátt hevur umtala og forvitni uttanifrá bara vundið uppá seg ígjøgnum síðsta mánaðin, greiðir Christian Hald Buhl, ein av fyriskiparunum frá føroysku sendistovuni í Brussel, væl nøgdur frá.

- Vit fóru frá at hava 40 til at hava 100 bransjufólk á gestalistanum, og tað er ein gigantisk hækking. Vit hava eisini fingið fatur á teimum røttu fólkunum í tónleikavinnuni; frá ordiliga stórum feløgum, sum viga tungt og hava heimskend nøvn undir veingjunum hjá sær. Tað er stutt sagt fantastiskt, at vit hava klárað at savna so nógv týdningarmikil fólk saman. Vit hava fingið nógv ynskir uppfylt, og tað verður spennandi at síggja úrslitið um nakrar vikur, tá allar avtalur fara at vera komnar í hús, og vit ordiliga kunnu taka samanum tað, ið er hent. Higartil eri eg í øllum førum væl nøgdur og kann ikki annað enn gleðast um, hvussu tiltakið er eydnast.

 

Uppdatering fylgir

Vit fylgja við og prenta tað her í blaðnum so hvørt sum fleiri úrslit av Atlantic Soundscapes koma í ljós. Inntil víðari kanst tú lesa meira um tað á myspace.com/atlanticsoundscapes.