Hollendska tónleikatíðarritið OOR, ið minnir nógv um danska Gaffa, hevur heili fýra síður um G! Festival og føroyskan tónleik í nýggjastu útgávuni av tíðarritinum.
Tað er tónleikajournalisturin, Jan Denekamp, sum hevur skrivað um G!, føroyskan tónleik og um Føroyar sum heild. Denekamp var og vitjaði G! í sambandi við FAME samstarvið, sum er millum G!, Tutl og Promote Faroe Islands.
Tónleikastjórin á G!, Jón Tyril, fegnast um, at føroyskur tónleikur fær so nógva rúmd í hollendska tíðarritinum.
- Tað hevur stóran týdning fyri føroyskan tónleik, at útlendskir fjølmiðlar og fólk úr tónleikavinnuni koma til landið at hoyra bólkarnar. G! hevur sum mál at fáa føroyskan tónleik út í verðina, og vit halda, at festivalurin er ideelur í so máta, tí her hoyra tey tað besta og nýggjasta úr Føroyum. Karmarnir á einum festivali sum G! eru eisini heilt serligir. Tað gevur útlendsku áhoyrarunum eina heilt aðra uppliving, enn hvat tey fáa eitt nú á einum vanligum sýnisgluggafestivali fyri uppkomandi bólkar, greiðir Jón Tyril frá. Hann leggur afturat, at slíkar greinar, sum tann, ið júst nú er í hollendska tíðarritinum, hava stóran týdning føroyskar tónleikabólkar.
- Góðu ummælini í útlendskum fjølmiðlum eru við til at styrkja ímyndina av føroyskum tónleiki úti í heimi. Eitt nógv lisið ókeypis tónleikatíðarrit sum hetta hollendska, ið liggur á kaffistovum, skúlum og øðrum almennum støðum, sum fólk kunnu taka við heim, gevur føroyskum tónleiki eina ótrúliga eksponering. Tað er avgjørt við til at styrkja støðuna og økja eftirspurningin eftir føroyskum bólkum, sigur Jón Tyril.