Føroyskur stuðul er serligur

Einki er at ivast í, at bæði Eik Banki og Tryggingarfelagið Føroyar eru fegin um, at tey nú eru sponsorar hjá Katrini Olsern og Juliane Elander. Og tað góvu sponsorarnir eisini til kennar, tá tíðindafundur varð hildin í morgun.

Stóri persónurin á tíðindafundinum var tó Katrin Olsen sjálv. Og hon tóktist ovurfegin um sponsoravtaluna, sum nú er komin undir land.

- Eg haldi tað faktiskt vera ordiliga cool, at vit hava ein føroyskan sponsor. Tá eg fari til OL, so er tað sjálvandi sum partur av danska landsliðnum. Men sjálv eri eg føroysk, og tí hevur hetta ótrúliga nógv at siga fyri meg persónliga. Og eg haldi eisini at hini kring liðið hjá okkum eru glað um avtaluna. Tað er jú nakað serligt, tá talan er um føroyskar sponsorar. Líka sum ein eyka lekkur detalju í øllum tí, sum annars gongur fyri seg.

- Og tað merkir jú eisini, at eg kenni ein uppbakning úr Føroyum. Og tann parturin hevur eisini nógv at siga. At tú hevur fingið ein mail ella SMS við ynskum um góða eydnu ella »koyra á«, er eisini nakað, sum tú kanst brúka, tá tú situr í bátinum og koyrir allar tankar um annað enn róðurin burtur. Og í so máta eri eg bæði stolt og fegin um hendan møguleikan, sigur Katrin Olsen