Føroyskur spælari fekk vitjan av naknum manni

Nakin maður rann inn á vøllin í dysti hjá Vendsyssel í gjár

Fótbóltsdysturin millum Vendsyssel FF og Næstved í donsku 1. deild í gjár varð steðgaður eina løtu, tí spælararnir fingu óbodna vitjan á vøllinum.

Ein mannligur áskoðari, sum hevði latið seg úr øllum klæðunum, rann inn á vøllin. Maðurin gjørdi ikki annað, enn at vísa seg frá sínari bestu síðu, áðrenn vaktir leiddu hann út av vøllinum.

Ein av spælarunum í dystinum var Meinhard Olsen, sum byrjaði dystin fyri Vendsyssel FF. Hann spældi í ein tíma, áðrenn hann varð útskiftur.

Dysturin endaði við javnleiki 1-1.