Føroyskur skúli fyri næmingar við atferðartrupulleikum

Føroyar kunnu vinna nógv við at seta á stovn skúla fyri næmingar við atferðartrupulleikar, næmingar, ið annars detta niðurímillum í samfelagnum, kunnu gerast eitt virðismikið tilfeingi. Skúlastjórin á Fjordskolen í Holbæk, Ingvald á Kamarinum fer í komandi viku á fund við Mentamálaráðið um eina føroyska útgávu av skúlanum.

Skúlaskipan

Ingvald av Kamarinum, ið rekur Fjordskolen í heimi sínum í Holbæk, kemur í komandi viku til Føroyar sjálvur annar at fundast við Mentamálaráðið um at seta á stovn skúla fyri næmingar, ið hava trupult við at virka undir teimum karmum, ið vanligi fólkaskúlin hevur. Hetta kann gerast fyrsta stig, til at veita føroyskum næmingum við diagnosum sum ADHD, OCD ella Tourettes Syndrom umframt atferðartrupulleikum av uttanhýsis orsøkum, eina virðiliga skúlagongd, ið tekur støðu í einstaka næminginum.
Ingvald greiðir frá, at hvørja ferð hann hevur vitjað heima í Føroyum seinastu 3 árini, hava fólk víst áhuga fyri at seta á stovn ein tílíkan skúla her, við Ingvaldi sum ráðgeva. Men eftir greinarøðina um Fjordskolen í Sosialinum er áhugin her heima vaksin nógv.
- Eg havi verið í sambandi við onkrar lærarar, ið er áhugaðir í at seta ein skúla á stovn í Føroyum. Men tað er greitt, at tílíkt krevur politiskan stuðul. Tá man fer undir eina tílíka ætlan, er neyðugt, at hon røkkur fleiri ár fram. Tú kanst ikki taka næmingar inn á skúlan, fyri síðan at leggja hann niður aftur árið eftir. Tí fara vit á fund við Mentamálaráðið í komandi viku, at kanna um hvør áhugi er fyri hesum, sigur Ingvald.
Við sær á ferðini hevur Ingvald, Ulrik Jensen, ið er lærari á Fjordskolen og ein maður við nógvum royndum innan undirvísing av næmingum við atferðartrupulleikum.
Á fundinum skulu teir m.a. tosað um serligu pedagogisku karmarnar, ið skúlin virkar undir.
- Dentur verður sjálvandi lagdur á tað fakliga, hetta fyri at tryggja, at næmingarnir gerast klárir til lívið, og hava best møguligar fyritreytir at fóta sær í tilveruni eftir lokna skúlagongd. Teoriin hevur fingið somikið stórt pláss í øllum útbúgvingum, at tú skalt vera bókliga væl fyri, fyri at klára teg. Men vit hava tí áskoðan, at støðið má takast í einstaka næminginum. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir vita, at vit hava tey høgt í metum. Vit geva teimum sjálvsvirði, næmingurin skal vita, at hann er okkurt, og at onkur leggur í hann. Sjálvsálitið kemur av at duga væl, men tú mást hava sjálvsvirði, tí tað er tað, tú byggir sjálvsálitið á. Tí er grundhugsjónin á skúlanum, at taka styrkirnar hjá næmingum fram um veikleikar, greiðir Ingvald frá
Ingvald metir ikki, at tað at seta ein skúla sum Fjordskolen á stovn í Føroyum hevur nakra meirútreiðslu fyri samfelagið - heldur tvørturímóti.
- Um tú hyggur, at einum næmingi frá 0-18 ár, so eru útreiðslurnar ikki størri enn tær eru frammanundan. Tí flestu av hesum næmingum eru í viðgerð av onkrum slag, hava stuðlar ella fylla teirra trupuleikar nógv í fólkaskúlanum. Á okkara skúla, gerast teir klárir til lívið, og kunnu tí halda fram í skúlaskipanini ella aðrastaðni í samfelagnum. Teir gerast í nógv størri mun eitt virðismikið tilfeingi fyri samfelagið, so sæð yvir eitt heilt lív, er nógv at vinna fyri føroyska samfelagið við hesi loysnini, sigur Ingvald at enda.