Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen spældu allar 90 minuttirnar, tá ið Frem spældi á útivølli ímóti Skive í gjár. Eitt mál kom í dystinum, og tað skoraði álopsspælarin Søren Weibel, tá ið 10 minuttir vóru eftir at spæla. Jón Rói Jacobsen, sum spældi í miðverjuni, fekk gult kort í dystinum. Frem er nú á 9. plássi í donsku 1. deild.