Føroyskur sangari í FATE

Danski rockbólkurin FATE hevur fingið nýggjan sangara. Sangari úr Funningi skal frameftir verða frontmaður í FATE

Dagfinn Joensen er nýggjur sangari í rockbólkinum FATE.

 

- Eg hitti basspælaran hjá teimum til eina konsert, sum eg spældi í Danmark, og hann segði mær, at teir leitaðu eftir nýggjum sangara, sigur Dagfinn Joensen við Rás2.

 

Hann setti seg í samband við bólkinum, varð biðin um at spæla onkran tónleik inn og venja saman við teimum, og úrslitið var, at hann gjørdist sangari í bólkinum.

 

FATE var serliga frammi í 80´unum við sangum sum Can´t Standa Losing You, Lovers og Summer Love. Teir spældu melodiøsan rocktónleik og rukku út um Danmark.

 

Eftir ein steðg gav FATE tónleik út aftur í 2006, og nú arbeiða teir við nýggjari fløgu. FATE skal eisini hava liveframførslur í summar. Ein av teimum veðrur á The Rock í Keypmannahavn tann 29. mai, og tað kunnu føroyingar uppliva Dagfinn Joensen sum nýggjan sangara í bólkinum.