Patent
Sáttmálin varð mikudagin undirskrivaður í operahúsinum í Danmark, og tað tykist ógvuliga sannlíkt, at talan er um eitt satt gullegg, sum við hesum er komið undan kavi.
Í stuttum snýr avtalan seg um ein nýggjan hátt at avdúka eina serliga hjartasjúku - Lang QT syndrom - ið er sera trupul at staðfesta, meðan sjúkuberarin enn er á lívi. Tríggir danskir lesandi komu sjálvir fram á ein nýggjan hátt at staðfesta sjúkuna, og tað er úrslitið av hesum ,sum nú er selt til General Electrics. GE er ein av størstu fyritøkunum í heiminum, og ein partur av virkseminum er at menna sjúkrahústøkni.
Leikluturin hjá Suna hevur so verið at virka sum samskipari í ætlanini, soleiðis at hann í fyrsta lagi hevur tryggjað AAU einkarætt til granskingarúrslitini og víðari arbeiðið í hesum. Og tað eru hesi rættindi og úrslit, amerikanski medicinal-giganturin nú hevur keypt seg til. Hetta soleiðis at tey í framtíðini kunnu gera hetta til ein part av sínum EKG-tólum.
Millióna-upphæddir
Júst hvussu nógvur peningur er í avtaluni, ber illa til at fáa staðfest, men í tíðindatilfarinum, sum varð sent út undan undirskrivingini, verður staðfest, at talan er um størstu avtaluna í sínum slag í danskari søgu.
Men í øllum førum verður roknað við, at talan verður trísiffraðar millióna-upphæddir, sum kunnu fáast burtur úr hesum. Fyribils hava Universiteti og teir tríggir lesandi uppfinnararnir fingið eina trivaliga milliónauphædd burturúr, men verður talan so eisini um væntaðu søluinntøkurnar, verður talan um heilt stórar upphæddir, sum ætlandi floyma tvørtur um Atlantshavið. Bæði til uppfinnararnar sjálvar, men so sannniliga eisini til Universitetið, sum seinnu árini hevur ment seg til eitt tað fremsta í norðanlondum, tá um ræður vinnuliga gransking.