Føroyskur saltfiskur á einum nútímans fiskavirki

Hann er høgt í metum á útlendska marknaðinum, har hann í nógv ár hevur fingið munandi betri prís enn tann norski. Sosialurin hevur hugt at, hvussu arbeiðsgongdin á einum nútímans føroyskum saltfiskavirki er skipað. Vit lýsa gongdina frá tí, at fiskurin kemur inn á virkið sum ráfiskur, til hann fer pakkaður útaftur á marknaðin sum dygdargóð matvøra

Saltfiskur

Eins og við allari fiskaframleiðslu, er tað av stórum týdningi, at fiskurin, sum verður virkaður til saltfisk, er væl blóðgaður, feskur og góður.
Føroyskur saltfiskur er saman við tí íslendska kendur á marknaðinum sum dygdargóður fiskur, ið fær munandi betri prís enn eitt nú tann norski.
Sambært Fiskeriforskning í Noregi, sum hevur kannað framleiðsluna í hesum trimum londunum, er prísmunurin á føroyskum og íslendskum saltfiski í miðal eini 20-25% hægri enn á tí norska.
Orsøkirnar til prísmunin eru fleiri, men tvinnar eru
1) at ráfiskurin hjá føroyingum og íslendingum er betri enn hjá norðmonnum
2) at viðgerðin við nálasproytaðum saltlaka ger fiskin meira trivaligan, hvítari og átiligari

Viðgerðin við sproytulaka gevur eisini fiskinum meira vætu, sum aftur merkir, at hann vigar meira, og tað hevur eisini sín týdning fyri prísin á saltfiski í mun til kiloprísin á ráfiski.
Kanningarnar, sum Fiskeriforskning hevur gjørt, staðfesta eisini, at saltfiskur virkaður við sproytulaka gevur eina betri dygd enn fiskur, sum verður virkaður á traditionellan hátt og uttan sproytulaka.

Betri handfaring
Fiskeriforskning sigur, at í Noregi verður góður og minni góður fiskur blandaður saman. Fiskurin verður verri viðfarin av fiskireiðskapi, eins og hann verður verri handfarin á skipsdekki.
Tí er dygdin á ráfiskinum eisini meira skiftandi.
Framleiðarar í Íslandi og Føroyum hava í størri mun enn norðmenn lagt dent á at skilja fiskin eftir dygd, soleiðis at viðskiftafólkini vita, hvat tey keypa.
Føroyskur og íslendskur saltfiskur stendur seg tí nógv betri í kappingini á marknaðum, sum eru bevístir um dygd og harvið fáa vit eisini munandi meira fyri fiskin, enn norðmenn fáa.
Sosialurin hevur hugt at, hvussu arbeiðsgongdin á einum nútímans føroyskum saltfiskavirki er skipað - heilt frá, at fiskurin kemur inn á virkið sum ráfiskur, til hann fer pakkaður útaftur á marknaðin sum dygdargóð matvøra.

Avhøvding og skering
Tá ið fiskurin kemur úr ráfiskarúminum og inn á saltfiskavirkið, fer hann fyrst um ein avhøvdara, áðrenn hann fer ígjøgnum flekimaskinurnar og flakamaskinuna, um virkið bæði saltar flaktan fisk og fløk, sum er vanligt.
Flekimaskinan kann vera ein Baader 200 og flakamaskinan ein Baader 451, sum saktans kunnu standa við síðuna av hvørji aðrari.
Okkurt av teimum stóru saltfiskavirkjunum hevur eitt nú tvær flekimaskinur og eina flakamaskinu.
Alt eftir, hvør framleiðslan er um fiskurin skal flekjast ella skerast til flak og alt eftir, hvussu nógvur fiskur er til virkingar verða maskinurnar brúktar til skeringar.
Flekimaskinurnar, Baader 200, sum eru lutfalsliga nýggjar, vaska og busta fiskin, áðrenn hann fer eftir bandinum og oman á veruliga vaskiborðið, har fólk standa og vaska við bustum og rennandi vatni.

Fyrsta viðgerðin
Av vaskiborðinum fer fiskurin eftir bandi við skræðuni niðureftir beint í nálirnar, sum sproyta fiskin við saltlaka.
Hetta er fyrsta viðgerðin við salti, sum fiskurin fær, og henda viðgerð ger, at kjøtið gerst fúldugt ella trivaligt.
Samstundis er hetta viðgerðin, sum Fiskeriforskning í Noregi vísir á, at føroyingar og íslendingar hava fram um flestu saltfiskavirki í Noregi.
Vit kenna ikki alt "loyndarmálið" aftanfyri saltsproytingina og ta blanding, sum her verður brúkt.
Eitt sindur ymiskt man tó vera, hvussu henda blanding er samansett, og slíkt verður vanliga ikki tosað um niðri á "gólvinum".
Avhøvding, skering, vasking og saltsproyting gongur soleiðis alt fyri seg í sama rúmi, men hetta man eisini vera ymiskt frá virki til virki.

Í saltlaka
Tá ið flakti fiskurin ella fløkini eru sproytað við saltlaka, fer fiskurin á bandi út í høllina, har hann verður saltaður niður í kør við proppi í, soleiðis at tey eru tøtt.
Her verður hann lagdur við skræðuni niðureftir, men ovasta lagið í kørunum liggur við skræðuni uppeftir, soleiðis at ljósið ikki sleppur at gera, at ovastu fiskarnir tráðna.
Fiskurin liggur nú í saltlaka, til hann dagin eftir ella annan dagin eftir verður turrsaltaður niður í kør við ongum proppi í.
Stór saltfiskaframleiðsla krevur nógv pláss og á virkinum, sum vit vitjaðu, gongur turrsaltingin fyri seg í ovara parti av høllini.

Saltstroyarin
Ein týðandi partur av framleiðslugongdini á einum nútímans saltfiskavirki er saltstroyarin, ið lættir nógv um hjá teimum, sum turrsalta fiskin.
Skipanin fevnir um saltvogn, ið er eitt kar, sum koyrir eftir tveimum skinnarum, ið hanga undir loftinum. Pláss er fyri tilsamans átta kørum undir vogninum. Við í skipanini er eisini ein silo ella eitt saltkar, sum "føðir" saltvognin. Saltið verður lyft upp í karið við trucki, haðani tað verður ført upp í sjálvan saltvognin ella saltstroyaran við einum sonevndum snigli.
Undir saltstroyaranum standa eini tvey fólk og leggja fiskin niður í hvørt av teimum fýra ella átta kørunum. So hvørt, sum eitt lag av fiski er lagt í øll kørini, koyrir saltstroyarin eftir skinnarunum og drússar salt niður í kørini.
Ein tílík skipan við saltstroyara er í dag PLC-stýrd, sum tað verður rópt á fakmáli.
Eisini við turrsaltingini verður fiskurin lagdur við skræðuni niðureftir, og tað verða teir ovastu fiskarnir í karinum eisini. Tá ið karið er fult, verður eitt tjúkt lag av salti, sum fjalir allan fiskin, lagt omanyvir, og soleiðis sleppur einki ljós til av týdningi.

Umríving og pakking
Tá ið fiskurin hevur ligið turrsaltaður nóg leingi, er næstan bara pakkingin eftir.
Nú verður fiskurin tikin upp úr aftur kørunum og bukaður niður á eina rist, har tað mesta av leysa saltinum fellir av. Síðan fer hann á flutningsbandi oman í pakkihøllina, har hann verður vigaður, pakkaður og merktur til útflutnings.
Á einum væl riggaðum saltfiskavirki er einki upp til tilvildina
Brúkta saltið, sum fellir av fiskinum, áðrenn hann fer oman í pakkihøllina, dettur niður ígjøgnum ristina og niður í eina samling, haðani tað verður ført uppaftur í eitt rør. Úr rørinum eru nakrir útgangir, sum kassar verða settir undir, og haðani kemur brúkta saltið útaftur. Tá ið tann fyrsti kassin, sum tekur ímóti saltinum við fyrsta útgang, er fullur, verður skrúvað fyri, og síðan drússar saltið niður í tann næsta kassan, sum stendur undir øðrum útgangi.

Slóðaðu fyri
Hetta er tann arbeiðsgongd, sum í dag gevur føroyskum virkjum nógv betri prís fyri saltfiskin enn prísin, sum eitt nú norðmenn fáa.
Men henda menning og hesin framburður er ikki komin av sær sjálvum.
Aftanfyri hetta arbeiði eru framskyggin fólk, sum slóðaðu fyri við nýhugsan, og ein av teimum ágrýtnastu var Birgir Nónsgjógv, sáli, sum legði eina velduga orku í at menna føroysku saltfiskaframleiðsluna til tað, hon er í dag.