- Politiska mentanin í Føroyum er eyðkend av, at andstøðan pr. automatik er útifryst frá øllum avtalum, sum samgongan ger. Besta dømið um hetta er, tá Edmund Joensen bleiv spurdur, hví hann skifti meining í spurninginum um 266b. Orsøkin var, at hetta upprunaliga var eitt andstøðuuppskot, og tí kundi hann ikki taka undir við tí.
Hetta sigur Jóannes N. Dalsgaard, samfelagsfrøðingur, um politiska gerandisdagin í Føroyum.
Fakta er, at føroyskir politikarar enn ikki hava gjørt nakra breiða semju millum allar teir stóru flokkarnar, sum eisini er galdandi aftaná næsta val.
Man arbeiðir tískil bara innanfyri karmarnar av tí til eina og hvørja tíð virkandi samgongusamstarvinum, og tíðarkarmurin røkkur bara fram til komandi val. Flokkarnir binda seg ongantíð longri enn í mesta lagi 4 ár.
Hetta merkir, at møguleiki er ikki fyri langtíðarplanlegging á nógvum týðandi økjum í føroyska samfelagnum. Avleiðingin er, at kontinuitetur og stabilitetur ikki eyðkenna føroysku skipanina.
Fyrimunir við breiðum avtalum
Politiska skipanin í Danmark hevur ment eina siðvenju, har langtíðaravtalur millum allar teir stóru flokkarnar javnan verða gjørdar. Fleiri umfatandi øki eru tí stýrd sambært avtalum, ið renna yvir fleiri valskeið.
- Í Danmark síggja vit javnan stórar samráðingar millum politisku flokkarnar. Hetta eru í veruleikanum samgongusamráðingar, sum verða førdar mitt í valskeiðnum. Jú størri peningaupphæddir talan er um, og jú longri tíðarperspektiv talan er um, tess meira umráðandi er at fáa breiðar semjur í lag, sigur Jóannes N. Dalsgaard.
Hetta hevur við sær, at ein stórur partur av útreiðslunum á tí donsku fíggjarlógini longu er bundin at langtíðaravtalum.
Í Føroyum verður hetta ikki gjørt. Tað nærmasta vit koma slíkum eru breiðar samgongur, men ongar avtalur verða gjørdar, sum eru galdandi longri enn til komandi val.
- Tann fíggjarliga planleggingin í Føroyum er merkt av, at tað ikki ber til at leggja langtíðarætlanir. Perspektivið er for stutt til at planleggja rationelt. Størri disiplin í politisku hevði havt við sær, at tað hevði verið gjørligt at fingið meira effektivan rakstur av samfelagnum. Ongin fyritøka planleggur bara í eitt ár í senn, sigur Jóannes N. Dalsgaard.
Jóannes N. Dalsgaard heldur, at orsøkin til at vit ikki hava sæð breiðar langtíðarsemjur í Føroyum er, at valskipanin við nógvum valdømum hevur verið dominerað av lokalpolitikki, og tí fáa vit nógvar konfliktlinjur, sum ganga uppá tvørs av floksbýtinum.
- Tað var ofta ringt at gjøgnumskoða, hví flokkarnir raðfestu á ein ávísan hátt. Er tað ideologi ella strategiskar alliansur innanfloks. Hetta kann broytast, nú tað ikki longur er lívsneyðugt hjá einum flokki ella valevni at taka atlit til ávís valdømi, sigur Jóannes N. Dalsgaard.
Andstøðan meira aktivan leiklut
Í Føroyum hevur verið vanligt, at andstøðan ikki aktivt verður tikin við, tá týðandi avgerðir verða tiknar. Jóannes N. Dalsgaard eftirlýsir tí, at andstøðan verður vird sum ein fullur partur av politisku skipanini og sleppur at vera við til at orða og føra politikk.
- Breiða gjógvin millum andstøðu og samgongu er í veruleikanum ein háðan ímóti teimum veljaranum, sum hava valt andstøðuflokkar. Trupulleikin er, at andstøðan verður systematiskt ignorerað. Hetta ger, at leikluturin hjá andstøðuni er reduseraður til at leggja provo-uppskot fram á ting, sum ongan livandi kjans hava, sigur Jóannes N. Dalsgaard.
Hann leggur afturat, at andstøðu-uppskot ofta tvinga týðandi mál á dagsskrá, sum samgongan ikki prioriterar serliga høgt, og tí hava andstøðu-uppskotini týdning hóast alt.
- Demokrati snýr seg ikki bara um, at tann sterkasti bestemmar, men eisini at taka andstøðuna við.
Jóannes N. Dalsgaard sær fyri sær, at siðvenjan við minnilutastjórnum fer at gerast veruleiki eisini í Føroyum, hóast vit enn ongantíð hava upplivað eina minnilutastjórn her á landi.
- Í løtuni er tað alt ella einki. Vit eiga at flyta okkum yvir til eina mentan, har landsstýrið ikki umboðar meirilutan á tingi, men bara ikki hevur meirilutan ímóti sær. Soleiðis kunnu vit møguliga fáa eitt meira aktivt løgting, sum er við til at formulera og føra politikk. Hetta er ein uppgáva, sum almenna umsitingin í nógvum førum tekur sær av, sigur Jóannes N. Dalsgaard.
Hann sigur víðari, at hetta fer møguliga at skerja møguleikarnar hjá eini komandi samgongu at gera raðfestingar, og vandin er, at løgtingið ikki fær handla á sama hátt sum annars.
Ein skipan við minnilutastjórnum og breiðum semjum hevði hinvegin havt við sær, at eitt landsstýri hevði havt eina munandi størri navigatiónsuppgávu í forhold til andstøðuna enn vit síggja nú.