Føroyskur orkudepil størstu sólorkuskipan í Norðuratlantshavi

Bæði sólorkuparturin og vetnisparturin gera Kambsdal
til nakað serstakt innan varandi orkukeldur. - Millumtjóða samstarv er ein týðandi partur av hesum arbeiði fyri at fáa íblástur og góðar samstarvsfelagar. Hetta er ein verkætlan, sum kemur at menna okkara vinnumøguleikar og sum eisini fer at selja okkum sum ferðamannaland, sigur Eyðun Lauritsen um orkudepilin á Kambsdali

Orkudepil

Eyðun Lauritsen, sum er ein av pørtunum aftanfyri orkudepilin á Kambsdali, hevur sent okkum nakrar reglur um depilin, sum vit í hesi grein fara at lýsa í stuttum.
Orkudepilin á Kambsdali hevur til endamáls at skapa fyritreytir fyri varandi orkuloysnum.
- Hetta gerst við at vísa á tøkniloysnir og at kanna hesar í samstarvi við granskarar. Uppgávan er eisini at finna útav, hvussu loysnirnar kunnu betrast, eins og uppgávan er at kunna almenning, handverkarar, fíggingarstovnar, myndugleikar og onnur um hesar loysnir. Millumtjóða samstarv er ein týðandi partur av hesum arbeiði fyri at fáa íblástur og góðar samstarvsfelagar.
Eyðun Lauritsen sigur, at samlaða verkætlanin á
Kambsdali tekur støði í, at vit búgva í
Føroyum, og tí er hetta ein føroysk loysn bygd upp við altjóða samstarvi.
- Hetta er ein loysn, sum eisini kemur at menna okkara vinnumøguleikar og selja okkum sum ferðamannaland, tí Kambsdalur verður kendur úti í heimi, leggur hann aftrat.

Hvør er tøknin?

Í dag fevnir orkudepilin um tvær vindmyllur, eina vetnisskipan við vetnisgerara (elektrolyzara), vetnisgoymslu, el-battaríir, brennikyknu og sólorkuskipan.
- Við hesum hevur skipanum nú eitt grundarlag
at vísa á - 1) Hvussu nógv fæst burturúr sólhita í Føroyum. 2) Hvussu sól-, vind- og vetnisskipanin kunnu knýtast saman.
3)Hvussu vindur kann gagnnýtast við smáum haldbarum vindmyllum, ið kunnu setast upp á smáplássum og á ali- og smoltststøðum. 4) Hvussu støðug el-veiting kann fáast burturúr vindmyllum við at nýta battaríir og vetni at geva streym, tá eingin vindur er. 5)Hvussu vetni kann framleiðast við streymi frá vindmyllum og brúkast sum stabilisator av óstøðugari orku, sum eitt nú vindorku.
Bæði sólorkuparturin og vetnisparturin gera Kambsdal til nakað serstakt innan varandi orku. Við 350 fermetrum av sólfangarum er hetta størsta sólorkuskipan í Norðuratlantshavi, og hetta leggur lunnar undir, at fleiri fjarhitaskipanir kunnu gerast við sólhita.
Eyðun Lauritsen vísir á, at Pure Energy Centre hevur ment ein nýggjan vetnisgerara (electrolyzara), ið er hin fyrsti av sínum slagi. Hetta er soleiðis ein prototypa.
- Tey hava valt orkudepilin á Kamsdali til at vísa og
royndarkoyra hesa tøkni. Umframt hetta er loysnin við sjálvstøðugari el-framleiðslu uttan samband til el-netið serstakt í heimshøpi, so Kambsdalur verður verdur at vitja fyri at síggja og læra um varandi orku.

Millumtjóða samstarv

Eyðun Lauritsen vísir á, at sólorkuskipanin eisini er grundarlag fyri einum samstarvi við Grønland og Danmark um sólorku.
- NORA fíggjar eina verkætlan, ið skal skjalprógva sólorku í Føroyum og kanna eftir um tann skipanin, vit brúka í Føroyum, eisini er egnað til grønlendsk viðurskifti og veðurlag. Henda verkætlanin hevur soleiðis tilknýti til Sisimiut í Grønlandi og Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby.
Hann sigur, at vind- og vetnisparturin eisini er byrjanin til eitt áhaldandi menningarsamstarv við Hetland, har Pure Energy Centre leggur stóra orku í samstarvið. Hetta samstarv fevnir eisini um eina føroyska fyritøku, ið megnar at menna útbúnað, sum kann nýtast um allan heim í sambandi við vetni og varandi orku.
- Hetta samstarv gevur innlit í royndir innan varandi orku á smáplássum og oyggjasamfeløgum. Pure Energy Centre er góðkend útbúgvingar- og granskingardeild innan University of Highlands and Islands í Skotlandi.
Eyðun Lauritsen sigur, at tað er eisini eydnast at fáa ES-pening umvegis Northern Periphery, soleiðis at orkudepilin verður ein av leiðandi pørtunum at byggja upp eina orkuráðgeving kring alt NPP-økið, sum tað verður rópt.
- Orkuráðgevingin skal skipast eftir tí tørvi, sum er í ymsu londunum og ítøkiliga stuðla uppundir, at kommunur, vinnur og einstaklingar fáa varandi orkuskipanir at virka, leggur hann aftrat.

Menning og ráðgeving

Ein týðandi avbjóðing hjá norðurlondum og londum annars er geva pláss fyri meira vindorku og aðrari varandi orku á el-netinum.
- Orkudepilin á Kambsdali er longu bjóðaður við í norðurlendska verkætlan um júst hetta, har tað, at vetnisskipanin er á staðnum, er sjálvt grundarlagið fyri at koma við. Skipanin er til fyri at verða brúkt í granskingar- og menningarhøpi. Avtala er eisini gjørd við Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlan um, at hesir stovnar í mest møguligan mun verða tiknir við í verkætlanir um gransking og undirvísing.
Eyðun Lauritsen vísir á, at lærdir háskúlar í Finlandi og Norðurírlandi eru komnir við upp í verkætlanina, sum væntandi verður liðug í heyst.
- Tað er soleiðis longu eydnast at gera orkudepilin á Kambsdali til ein depil fyri menning og ráðgeving um varandi orku, sum tað er áhugavert hjá pørtum í øðrum londum at samstarva við. Kambsdalur skal verða ein depil fyri eini lýðandi flyting av orkunýtsluni yvir á varandi orku. Vit byrja í tí smáa og vilja røkka málinum í samstarvi við restina av samfelagnum, leggur hann aftrat.
Eyðun Lauritsen ivast onga løtu í, at orkudepilin á Kambsdali verður eitt týðningarmikið amboð til at fremja veðurlagspolitikk í verki, soleiðis at Føroyar fáa ein reinorkubúskap við menning av føroyskum orkuloysnum til føroyska samfelagið.
- Hetta eru loysnir, ið draga føroyskar fyritøkur inn í eitt millumtjóða samstarv, og tí verður hetta eisini ein virkin vinnumenning, sum fer at koma samfelagnum at gagni, leggur hann aftrat.

Orkupolitikkur

Í tilfarinum, sum Eyðun Lauritsen hevur sent okkum, vísir hann eisini á ein orkupolitikk, har miðjað verður eftir, at Føroyar í framtíðini skulu gera seg óheftar av oljunýtslu á landi.
- Hetta er eyðsýnt, tí oljuprísurin hækkar, soleiðis at tað verður ov dýrt at brúka olju - og tí, at vit eins og øll onnur lond í heiminum skulu minka um CO2-útlátið.
Hann heldur, at um vit taka hesi stig seinni enn hini londini, verða vit framhaldandi millum tey lond, sum noyðast at gjalda høga oljuprísin.
- Ein stór avbjóðing fyri framman er, hvat skal verða í staðin fyri oljuna. Orkunýtslan kann og skal minkast munandi við at spara orku. Nýggja byggilógin kemur at broyta føroyska bygging munandi, soleiðis at orkunýtslan í nýggjum húsum verður munandi minni, enn hon er í dag. Men hóast orkusparingar, verður altíð tørvur á orku til upphiting, el og tól av ymiskum slagi og til flutning.
Eyðun Lauritsen vísir á, at orkutørvurin er vaksandi, hóast alt verður sett inn til at spara orku.
- Hesin orkutørvur skal nøktast við varandi orku, og Føroyar hava nógvan vind, sjóvarfall, aldu, sól og regn. Sum onnur alternativ, kann tari eisini alast og gagnnýtast til orku. Avbjóðingin er at gagnnýta allar hesar keldur, soleiðis at orkan er tøk, tá tørvur er á henni.
Hann vísir eisini á, at vatnorka er kend tøkni og kann goymast, til tørvur er á henni. Mark er tó fyri, hvussu nógv vatn kann goymast, og tí er eisini mark fyri, hvussu nógv vindorka, umvegis pumpuskipanir, kann goymast á henda hátt.

Hvat krevst?

Eyðun Lauritsen sigur, at skulu Føroyar hava ein
reinan orkubúskap, krevur tað, at vit 1) gagnnýta varandi orku og menna tøknina, ið ger tað møguligt at fáa sum mest burturúr tilfeinginum, 2) menna samanspælið millum varandi orku og bygningar, soleiðis at húsini sjálvi kunnu gerast orkuframleiðarar, tá tað er í bygningum, at mesta orkan verður nýtt, 3) menna førleikan at goyma og flyta orku, soleiðis at varandi orka kann fáast til høldar, tá hon er tøk og er tøk, tá tørvur er á henni og 4)Menna samspælið millum orkuframleiðslu og orkunýtslu við kunningartøkni, soleiðis at orkunýtslan kann stýrast eftir, hvussu nógv orka er tøk.


Fakta

Orkudepil á Kambsdali.
Fígging: Innlendismálaráðið, Fuglafjarðar kommuna, Pure Energy Centre og NORA.
Verkætlanarleiðari: Vilhjálmur Nielsen, sivilverkfrøðingur, ph.d.