Føroyskur orðblindaskúli í 2013

Gongst sum Lions Club Tórshavn ætlar, verður Føroya Orðblindaskúli stovnsettur 1. august 2013. Føroya Orðblindaskúli skal virka sum fakligur tilfeingisdepil hjá orðblindaundirvísingini í Føroyum fyri børn og vaksin.

Lions vísir á, at sjey prosent av øllum vaksnum danskarum siga seg vera orðblindar, og eini trý prosent hava álvarsligar trupulleikar við at lesa vanligan tekst. Flyta vit hesi tøl til Føroya, kunnu vit staðfesta, at í føroyska fólkaskúlanum eru einir 500 orðblindir næmingar.

- Tørvurin á at hjálpa hesum rættiliga stóra bólki, ið er álvarsliga tarnaður av orðblindni, er so mikið grundleggjandi, at øll hesi fólkini fáa ikki veitt samfelagnum úrtøkuna burturúr tí, tey kundu latið samfelagnum, um tey fingu hjálp. Teir pengarnir, vit kundu brúkt, tá ið tey byrjaðu í skúlanum, høvdu komið samfelagnum tíggjufalt til góðar, sigur Rasmus Magnussen, nevndarlimur í Lions Club Tórshavn.

Lions Club Tórshavn hevur í samráð við danska orðblindastovnin frá 1939, Ordblindeinstuttet í Keypmannahavn biðið stovnin gera eitt yvirlit yvir, hvat ið krevst fyri at seta ein føroyskan orðblindaskúla á stovn. Hetta yvirlit er latið øllum teimum politisku flokkunum í Føroyum at hyggja at og taka støðu til.

- Endamálið er at skipa ein landsumfatandi serskúla fyri orðblind børn í Føroyum. Stevnumiðið hjá skúlanum er at veita illa orðblindum næmingum eina førleika- og menningarliga undirvísing sambært fólkaskúlalógini, sigur Lions Club Tórshavn í skrivi sent fjølmiðlunum.