Føroyskur oljupallur komin á oljuleið

So upprann tann dagur, tá ið føroyskir íleggjarar kunnu skoða, hvat koma kann burturúr, tá ið fleiri íleggjarar taka seg saman um eitt felag.

Herfyri keypti Atlantic Petroleum seg inn í oljuleiðir í Norðsjónum, ein teirra Chestnut, sum fer undir framleiðslu í næstu framtíð. Talan verður sostatt um fyrstu oljuframleiðsluna hjá føroyska oljufelagnum. Hummingbird pallurin, sum er smíðaður í fjareysturi og liðugtgjørdur í Hálandi, hevur seinastu dagarnar verið togaður út frá Rotterdam við beinari kós ímóti Chestnut leiðini.

 

Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum er sera fegin um gongdina. Hann sigur, at pallurin kom til Chestnut leiðina í gjár og verða keturnar festar í botnin, har hann skal liggja. Ætlanin er at fyrsta oljan skal koma upp úr undirgrundini í 2008.

 

Wilhelm Petersen sigur, at hetta er eitt av hæddarpunktunum í spennandi søguni hjá føroyska oljufelagnum. -Tað byrjaði í tí smáa í Føroyum við vón um eina skjóta føroyska oljuvinnu. Tað tóktist tó, at hetta kom at taka longri tíð enn felagið hevði tol til, og tí varð farið til verka uttanfyri føroyska økið við oljuleiting og uppkeypi av veruligum oljuleiðum. Hetta hevur so ført við sær, at felagið í dag er vorðið eitt føroyskt altjóða felag við virksemi í Føroyum, Onglandi og Írlandi. Harafturat er felagið noterað á tveimum høvuðsmarknaðum. Hetta er ein gongd sum vit fegnast um.

 

Stjórin heldur tí eisini, at felagið stendur í eini sterkari støðu, tá ið 3. runda verður lýst í næstum.