Jørn Asrtup Hansen, formaður í Búskaparráðnum og fyrrverandi stjóri í Føroya Banka kom eisini við sínum metingum um ein komandi føroyskan oljugrunn á Oljutinginum herfyri. Hann var rættiliga avgjørdur og helt fyri, at Føroyar hava kanska enn meira brúk fyri einum oljugrunni enn Noreg, tá og um risa oljutøkur koma í landskassan. Men hann duldi heldur ikki fyri sínum stóra iva, tá tað um føroyskar politikarar ræður, um hesir hava rygg til at fáa slíkan grunn upp at standa og virka eftir ætlan.
Hann vísti á, at einasta trygd fyri, at ein føroyskur oljugrunnur fer at virka eftir ætlan og kann koma komandi ættarliðum til góðar, er, um tað verður gjørd ein varandi ”pakt” millum politisku flokkarnar, men minti tó aftur á, at eitt nýtt løgting kann jú bara broyta lógina, sum eitt annað hevur gjørt, og tí vil ein føroyskur oljugrunnur vera so viðkvæmur. Astrup metti, at talan mátti vera um eina grundlógargrein skal ein føroyskur oljugrunnur hava nakað virði fyri framtíðar ættarlið men vísti á, at sum er hava føroyingar onga grundlóg, har tað ber til at fáa slíka grein við. Tí helt hann, at man átti at finna eina ella aðra ”trýparta” semju og vísti sum dømi á ta budnu uppsparingina, sum varð ssett í gildi í Føroyum fyri nógvum árum síðani. Hann samanbar hana við ein slíkan oljugrunn.
Hevur skund
Spurningurin varð eisini umrøddur, nær Føroyar skulu seta á stovn ein oljugrunn. Her nevndi ein av luttakarunum, Poul Michelsen, tingmaður og limur í løgtingsins vinnunevnd, at tað er týdningarmikið, at vit heldur eru fyrivarin enn eftirsnarin. Hann metti, at tað vil vera ov seint at fyrireika ein oljugrunn, tá olja spíkir upp úr undirgrundini, og oljuinntøkurnar streyma inn í landskassan.
Jørn Astrup Hansen var samdur við tingmannin um, at hetta átti heldur at verða fyrireikað á síðulinjuni tíðliga í oljutilgongdini heldur enn ov seint. Men hann metti samtíðis ikki, at tað er nøkur orsøk til at skunda sær her og nú. Tí tað fara helst at ganga nøkur ár enn, til oljan verður funnin, og frá tí at hon er funnin, til hon gevur inntøkur gongur so eisini ein tíð.
Men formaðurin í Búskaparráðnum var tó sannførdur um, at Føroyar skulu hava ein oljugrunn, sum møguliga virkar á sama hátt sum tann norski, har man tryggjar sær, at ein nýggj politisk samanseting ikki uttan víðari kann tøma grunnin, men at hann verður til frama fyri bæði samfelagið í dag og framtíðar ættarlið. Astrup vísti á, at tað at norðmenn hava megnað so væl at hava ein oljugrunn, er helst tí, at teir eru meira disiplineraðir enn eitt nú føroyingar og kanska eisini meira keðiligir, sum hann málbar seg.
Varsemi
-Føroyingar mugu geva tí moralska aspektinum ans eisini. –Man vil koma í sera ringt orð ”í vanry”, sum hann málbar seg, um hetta ættarliðið sollar pengarnar burtur. Hann mælti til varsemi, og her hava vit so ikki góðar royndir í Føroyum.
-Tit mugu annars ansa eftir, at tað ikki gongur sum við Visjón 2015, at tú brúkar alt krútið til at tosa um, hvat liggur inni í komandi og síðani næsta valskeiði. Føroyingar mugu ansa eitt sindur eftir, tí tað kann lætt gerast til eina veruleikaflýggjan. Teir pengarnir vit tosa um frá eini oljuvinnu eru eisini ein potentiell hóttan. Í Noregi sita teir mitt í trupulleikanum. Vit hava ikki henda trupulleika í dag, men vit eiga at bera ótta fyri at fáa hann. Og hann helt fram:
-Sjálvur haldi eg, at taå er ein temperamentsspurningur, nær man skal stovna ein føroyskan oljugrunn, og sjálvandi er tað rættari at gera hetta í góðari tíð enn ov seint. Tá pengarnir streyma inn kann tað gott vera ov seint at stovna ein oljugrunn. Tað verða veruliga sett krøv til ryggin hjá politikarunum, tá og um oljupengar streyma inn í samfelagið. Tað er einki meira áhugavert fyri politikarar enn at brúka pengar, og serliga pengarnar hjá øðrum.
Oljuskattur og blokkur
Jørn Astrup Hansen samanbar annars oljuskatt í einum oljugrunni við núverandi blokksstuðulsskipan. Ì báðum førum livir óttin og vandin fyri Hálendsku sjúkuni, tvs. tá ein fremmand inntøka kemur inn í samfelagið, har tað ikki liggur ein framleiðsla aftanfyri.
-Sum tað geldur fyri bæði blokk og oljuinntøkur er vandi fyri, at man oyðileggur verandi vinnulív, og so kann man spyrja, hvat tað er fyri eitt lív man hevur eftir tað. Nettupp henda sannroynd og so tað, at føroyska vinnan er so einstáttað ger, at oljupengar mugu ikki fáa frítt spæl í samfelagnum segði hann og vísti á vánaligu norsku royndirnar, tá oljuinntøkurnar komu inn í landið, har eitt nú landbúnaðurin var oyðilagdur av oljuídnaðinum, tí tað komu útreiðslur inn í samfelagið, sum aðrar vinnu ikki kundu bera.
-Føroyingar mugu kunnu varðveita livikorini uttan olja. Pengar eru ikki alt segði fyrrverandi bankastórin og helt fram: -Í mun til fiskin er oljan eitt tilfeingi, sum ikki endurnýggjar seg. Vit mugu tí býta oljuna við framtíðar ættarlið. Tað vildi verið ómoralskt, um føroyingar tóku oljuna upp og gloymdu komandi ættarlið. Tí er so vigtugt at tryggja sær, at oljuinntøkurnar ikki bara fara upp í royk. Í Noregi brúka tey bara avkastið, meðan grunnurin sjálvur stendur órørdur. Tað setir øgilig krøv til politiska sjálvdisiplin.
Stór broyting
Astrup vísti á, at blokkurin úr Danmark er í dag ein sjeyndapartur av fíggjarlógini. Tá hann kom til Føroya fyri gott 10 árum síðani var hann heilur triðingur av fíggjarlógini. Formaðurin í Búskaparráðnum vísti eisini til avtaluna millum Føroyar og Danmark um, at verður olja funnin, so verður hon tilsvarandi at minka um blokkin, og tá blokkurin er komin heilt niður á umleið 630 mill. kr., so kann eitt ella fleiri oljufund skjótt gera, at blokkurin fellur burtur. Men í avtaluni verður eisini sagt, at er eingin olja funnin í 2018, so sleppa Føroyar undan at rinda 500 mill. kr. Í rentum av lánunum til Danmark.
Astrup helt fyri, at verður olja funnin, so er ikki brúk fyri blokktilskotinum. Tað gevur nevniliga heldur onga meining, tí ætlanin hjá donsku stjórnini hevur verið tann, at eitt blokktilskot til Føroya skuldi dekka undirskot í búskapinum. Og hava vit ein búskap, har vit eru noydd at grava pengarnar niður, so kann man ikki siga, at her er eitt undirskot at dekka longur.









