Í samband við verkætlanina, at fáa limaskap í IOC - Olympisku Nevndina - hevði Ítróttarsamband Førpya fyrr í mánaðinum vitjan av tíðindafólkum frá bretsku tíðindastovuni, BBC.
Síggj innslagið umvegis Facebook við at trýsta HER
Burturúr vitjanini hevur BBC framleitt sjónvarps- og útvarpsbrot, sum eru farin um allan heimin. Her sæst tíðindamaðurin, Alex Capstick, tosa við millum annað liðskiparan á føroyska fótbóltslandsliðnum, Atla Gregersen, og evnaríka svimjaran, Signhild Joensen.
Atli Gregersen sleppur at umboða Føroyar í fótbóltssamanhangi, tí vit hava fullan limaskap í FIFA og UEFA, sum eru altjóða og evropesiska fótbóltssamgongurnar. Hiinvegin, so sleppur Signhild Joensen ikki at luttaka í OL undir føroyskum flaggi. Tosað verður eisini við løgmann, Aksel V. Johannesen.