Føroyskur móti á Tjóðpallinum

10 føroyskir sniðgevarar sýna fram nýggjasta føroyska mótan á mótaframsýning á Tjóðpallinum fríggjakvøldið 3. juli Tiltakið ?Spírar, Føroyski Mótaheimurin 2009? er eitt tiltak, ið samskiparar fegnir vilja hava at vera ?Ársins Føroyska Mótaupplivilsi?. Talan er um eina stóra mótaframsýning fríggjakvøldið 3. juli í hølunum hjá Tjóðpalli Føroya. Hetta er sama vikuskifti, sum Asfalt-festivalurin er á skránni.

- Ikki er tað ofta, at vit í Føroyum hava møguleika at síggja 10 spennandi føroyskar sniðgevarar sýna fram sítt arbeiði um eina og somu leið. Men nú er tiltakið her, og vit vóna, at fólk vísa tí áhuga, siga samskipararnir Tóra Højgaard Joensen og Ann-Rósa á Rógvu í tíðindaskrivi.

Á mótaframsýningini er føroysk sniðgeving á breddanum í eitt kvøld, og fólk fáa møguleika at síggja umleið 30 ymisk sett av klæðum, umframt ymiskt spennandi tilhoyr sum t.d. taskur og hárboylar.

- Framsýningin sjónligger tað, ið rørir seg millum føroyskar sniðgevar úti í heimi. Siktið er, at fáa eitt reint føroyskt mentanartiltak, har ymsar mentanargreinir samstarva, siga samskipararnir.

Fríggjakvøldið 3. juli fara bæði ungir, royndir og óroyndir føroyskir sniðgevar at sýna móta sín fram. Sniðgevarnir eru Katrina í Geil, Guðrun og Guðrun, Johanna av Steinum, Beinta Poulsen, Frida Poulsen, Ann Højgaard og Elisa Heinesen.

Til partvís pallsnið luttakað Elvira Thomsen við hárboylum, Anna Kristin Bæk við taskum og Marianna Mørkøre við filmsinstallatiónum.

Tónleikinum til tiltakið standa Ólavur Jákupsson og Ómar Pállsson fyri. Pallsnið og stíling standa Ann-Rósa á Rógvu og Tóra Højgaard Joensen fyri.

Hyggjarin, sum leitar sær oman til tiltakið, fær eina uppliving av tí serstaka og nýggja, sum føroysku sniðgevarnir vísa fram á ársins mótatiltakið, lova fyrireikararnir.

Mótasýningin, sum verður í hølunum hjá Tjóðpalli Føroya 3. juli 2009, byrjar klokkan 23.00.