Seinnapartin sunnudagin varð vinnarin av hesi kappingini almannakunngjørdur. Við
spenningi hevur verið sæð fram til hesa løtuna, og tá so kunngjørt varð,
hvør vunnið hevði, skiltist á fólki, at valið helst var rættvíst.
Inga Maria Vang hevði sjálv vónað at gerast millum tær bestu.
-Eg roknaði við at hava ein møguleika at vinna. Og nú eg havi vunnið, er tað ordiliga deiligt.
- Tað er altíð stuttligt at at fáa eina viðurkenning fyri tað, sum ein hevur gjørt, sigur hon.
Sjálv hevur hon sum mál at menna seg enn meiri og sjálvandi eisini fáa meiri at gera í framtíðini. Hon er eisini greið yvir, at til hetta krevjast bæði umstøður og nógv tíð.
Inga Maria hevur lært til sniðgeva í Italien í trý ár, men arbeiðir í løtuni í einum klædnahandli. Annars fer ein stórur partur av frítíðini til at sniðgeva og aftur sniðgeva.
Leyst og stramt
Millum pløggini, sum Inga Maria hevur sniðgivið er altso hesin vinnandi kjólin, sum hon sjálv sýndi fram eftir almannakunngerðingina.
Í grundgevingini sigur dómsnevndin, at valið av tilfari til kjólan er bæði spennandi og kreativt.
- Sniðgevin hevur megnað at samansjóða tað feminina og tað ráa. Eitt rák úr farnari tíð og mentan, tá hugsað verður um klæði úr skinni og roð, og sum eisini er eitt nútíðar rák.
- Samstundis sum kjólin er bleytur er hann eisini strammur, og sýnir í øllum eisini veitslulag og kæti, sum tikið verður til.
Í dómsnevndini sótu Astrid Andreasen, Jórun Dánialsdóttir og Petrina M. Berg
Hetta var samstundis endin á søluframsýningini í Mullers pakkhúsi og
tiltøkini í Norðurlandahúsinum. Og sum skilst hava tey verið sera væl vitjað.
Men í morgin byrjar kortini ein ráðstevna í Norðurlandahúsinum undir heitinum Snið & handverk sæð í heimligum og altjóða høpi.
Reyður tráður
So líðandi eru verkini hjá Ingu Mariu vorðin alt meiri og meiri kend her á landi. Men hon vónar kortini, at føroysk sniðgeving kann røkka enn longur út.
- Dreymurin hjá mær, er at vit ein dag fara at kunna framleiða reint føroysk merkir, - at vit kunnu skapa eitt føroyskt mótamerki, sum kann verða selt víða um, sigur hon.
Ein liður í at fáa henda dreymin til veruleiki er ein hugsan at fáa fleiri føroyskar sniðgevarar at arbeiða saman til at skapa ein serføroyskan móta.
- Verða vit fleiri saman, so fáa vit nógvar fyrimunir burtur úr hesum: Tað verður fyri tað fyrsta bíligari.
- Men í øðrum lagi verður tað jú eisini skaptur ein reyður tráður gjøgnum alt tað, sum vit fara at skapa, sigur Inga Maria.
Í morgin skal hon aftur í eldin. Hon er ein av fyrireikarunum á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum, og skal m.a. sjálv vísa fram klæði síni.
Úrskurður um vinnaraplaggið hjá Ingu Mariu Vang
- Valið av tilfari er spennandi og kreativt. Sniðgevin hevur megnað at samansjóða tað feminina og tað ráa. Eitt rák úr farnari tíð og mentan, tá hugsað verður um klæði úr skinni og roð, og sum samstundis er eitt nútíðar rák.
- Har eru bleytar linjur við nógvum rørslum havið, ið ongatíð hvílir, men samstundis er kjólin eisini strammur ella strict, sum sagt verður á enskum.
- Brúnu og reyðbrúnu litirnir eru álvarsamir, men grøna silkið, ið súðar um leggirnar og dagar undan allastaðni sýnir veitsluhug og kæti.
- Kjólin er tíðarleysur og hóskar bæði eldri og yngri kvinnum.









