Føroyskur limaskapur viðgjørdur

Í sambandi við fundin um nýskipanina av Norðurlandaráðnum í Helsinki reisti Jógvan við Keldu vegna føroysku sendinevndina spurningin í sambandi við sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Tíðindaskriv



Jógvan segði m.a., at hann helt tíðina vera hin rætta at viðgera spurningin, nú arbeiðið hjá Ráðnum kortini skal skipast av nýggjum. Umboðini fyri Grønland og Áland tóku undir við Jógvani.

Mánadagin og týsdagin var fundur millum Norðurlandaráðið og Norðurlendska ráðharraráðið um sokallaðu Vísmannafrágreiðingina og hvussu arbeiðast skal víðari við teimum uppskotum, hon kemur við.

Eitt av teimum evnum, sum Vísmannafrágreiðingin tekur fram, er støðan hjá sjálvstýrandi umráðunum Føroyum, Grønlandi og Álandi. Frágreiðingin mælir til, at skipanin verður broytt soleiðis, at Norðurlandaráðið kann venda sær beinleiðis til landsstýrini við tilmælum og tilráðingum, og ikki sum nú bert til tingini í teimum fimm sjálvstøðugu londunum.

Jógvan við Keldu, sum umboðaði føroysku sendinevndina, tók málið fram og helt, at tíðin nú er komin til í álvara at viðgera málið um sjálvstøðugan limaskipa til sjálvstýrandi økini, herundir Føroyar. Málið hevur áður verið umrøtt fleiri ferðir, uttan at nakað ítøkiligt er komið burturúr.

Framløgan hjá Jógvani fekk góða undirtøku frá m.ø. Per Berthelsen úr Grønlandi og Lassa Wikløf úr Álandi. Pehr Løv úr Noregi og Sven-Erik Hovmann úr danska vinstraflokkinum hildu tað somuleiðis vera eitt gott hugskot at viðgera støðuna hjá sjálvstýrandi økjunum, nú arbeiðið í Ráðnum kortini skal umskipast.

Á fundinum var annars breið semja um, at neyðugt er við eini umskipan. Helst verður sjálvt Ráðið við tinglimunum úr norðurlendsku tingunum varðveitt, meðan nevndirnar undir Ráðnum verða broyttar frá at vera økisnevndir til faknevndir. T.v.s. at ein skipan, sum líkist vanligu tingnevndunum, verður sett í verk. Á hendan hátt verður í størri mun møguligt at draga tingnevndirnar meira við í arbeiðið og harvið gera virksemið í Norðurlandaráðnum meira viðkomandi fyri heimligu tingini. Eisini fer hetta at hava við sær betri samsvar millum bygnaðin í Norðurlandaráðnum og bygnaðin í Norðurlendska ráðharraráðnum. Tey sjálvstýrandi økini løgdu tó dent á, at ansast skal eftir, at bygnaðurin ikki gerst ov fløktur, tí so er vandi fyri, at tey smærru londini detta burtur ímillum.

Føroyska sendinevndin ætlar í viðgerðini av nýskipanaruppskotinum at taka virknan lut, so føroysku áhugamálini ikki detta niðurfyri. Limirnir í føroysku sendinevndini fara at skiftast um at luttaka á fundunum hesum viðvíkjandi. Hava fjølmiðlarnir spurningar í sambandi við Norðurlandaráðið og virksemi tess, eru teir altíð vælkomnir at seta seg í samband við ein av limunum í føroysku sendinevndini ella skrivaran hjá nevndini.

Føroysku limirnir í Norðurlandaráðnum eru Jógvan við Keldu fyri Fólkaflokkin og Dan Reinert Petersen fyri Javnaðarflokkin. Skrivari hjá nevndini er Páll Isholm, fulltrúi í Løgtinginum.