Lívsstílur er eitt rættiliga nýtt og sera vítt hugtak, sum fevnir um alt tað, sum vit brúka, keypa og hava áhuga fyri í privatlívinum. Ikki tykkum at siga, hevur almenna rúmið og mál okkara í nógv harrans ár einamest verið myndað av maskulinum virðum.
Men tað tykist nú sum, at vend er um at koma í. Millum annað takkað átøkum hjá Synergi, Kvinnu, Demokratiu, Rákinum, Kveik.fo og øðrum, sum hava fingið kvinnuligu áhugamálini fram í ljósmálan eisini. Nógv kelduvatn er runnið í plastfløskurnar síðan litleysu sølustevnurnar á Hálsi við akumulatorum og borimaskinum, reklamupennum og einum feitum bili sum høvuðsattraktión.
Har tey allardjarvastu svingaðu seg upp á eina smakkiroynd ella eitt klistrimerki til børnini. Nútímans sølustevnur venda sær tíbetur til allir aldurs- og áhugabólkar og til bæði kynini. So vit gleða okkum til Lívsstílsstevnuna, sum heilt vist aftur í ár fer at bjóða eina ørgynnu av upplivingum, íblástri og fyrilestrum innan móta, vakurleika, heim, ítriv, mat og heilsu. Evni, sum vit her á blaðnum eisini royna at gera okkara til at varpa ljós á – fyri føroyingar og á føroyskum.










