Leygarkvøldið 31. mars hevur ?Kórið hjá Jóhan? konsert í Zions kirkjuni í Esbjerg. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ?Kórið hjá Jóhan? syngur í Esbjerg. Í fjør var kórið, sum hevur navn eftir kórleiðaranum Jóhan Mortensen, á vitjan í Kekkia, og tá steðgaði tað á í Esbjerg á vegnum suður og sang har.
Nú er kórið aftur á ferð. Hesaferð skal tað til Berlin, og eins og í fjør steðgar tað á í Esbjerg. Tað verður leygardagin kl. 18, tá kórið fer at hava konsert í Zions kirkjuni. Á skránni eru føroyskir sangir og sálmar, onkur týskur sálmur og onkur negrospiritual.
Millum 30 og 35 sangarar manna kórið, og tey flestu eru av leiðini við Skálafjørðin.









