Føroyskur jazzur á Christiania í kvøld

Arnold Ludvig Trio spælir egnan jazztónleik á Christiania Jazz Club í kvøld millum 22 og 23 danska tíð. Tað verður upplýst í tíðindaskrivi.

 

Konsertin í kvøld er liður í fyrireikingunum til Føroyaferð hjá Arnoldi, tá hann í august kemur heim at hava útgávakonsert. Arnold gevur nevniliga út fløguna Voyages, sum longu nú er at fáa á iTunes.

 

Tað vera eisini løg av nýggju fløguni, ið Arnold Ludvig Trio fer at spæla í kvøld. Arnold Ludvig tekur sær sjálvur av bassinum til konsertina, Martin Olsen spælir trummur og so verður tað Marko Martinivic, sum fer at spæla piano.

 

Herfyri spældi Arnold á Christiania í bólkinum hjá sær MonkeyRat, tá stórt føroyskt tónleikatiltak var á Operaen. Í kvøld verður tiltakið í Copenhagen Jazz Club, sum er í sama bygningi, bara á niðastu hædd. Aftaná, at Arnold Ludvig Trio hevur spælt, kemur danski bólkurin Way Out á pallin.

 

Mynd: Tróndur Fuglø