í dag varð skipað fyri agility- og lopkapping fyri hundar í Give. Føroysku hundurin, Simba, vann heiðurin sum dagsins besti stóri hundur í kappingini, sum var í Give. Føroya Civila Hundaførarafelag (FCH) hevði avgjørt at senda FM vinnaran fyri 2010 til Danmarkar, og hetta vísti seg eydnast sera væl.
Tað var Jakobina Niclasen og hundurin Simba, ið luttóku. Tað eyndaðust teimum at koma á eitt fjórðapláss bæði í agility- og lopkappingumum í klassa 1. Í tí opna klassanum fyri sera væl vandar hundar, blivu tey nr. 9 í agility og nr. 8 í lop.
Við hesum úrslitum vann Simba eisini heiðurin sum dagsins besti stóri hundur í Give.
Forkvinnan í FCH Fríðhild Debes, ið eisini var til staðar í Give, sigur seg vera sera nøgda við úrslitið. Hon vónar eisini, at FCH fær møguleikan at senda FM vinnaran fyri 2011 til Danmarkar at kappast til komandi ár.
Agility er ein ítrottur fyri hundar, har tað ræður um, at tú rennur við hundinum gjøgnum fleiri ymsikar forðingar. Dømt verður eftir, hvør hundur klárar at renna skjótast og við minst mistøkum.
FCH skipar árliga fyri fleiri FM kappingum í agility, har tað so verður ein finala við leynavatn í august. Les meira á www.fch.fo