Í gjár vann føroyski hesturin, Marmarankur, við Mariu Joensen á baki, fyrstu virðisløn í bólki 2 í heystkappríðingini í Marknagili. Hóast hann var nógv tann minsti hesturin í kappríðingini yvirhøvur, megnaði hann at vinna.
Hetta verður mett sum stórtíðindi, tí tað eru mong ár síðani, at ein føroyskur hestur hevur vunnið í kappríðing.
Marmarankur er 11 ára gamal og er 124 cm høgur í stangmáti. Hann er undan ryssuni Svannu og greðinginum Tóka.
Alingin við føroyskum rossum gongur fram á, og í ár er fyrstu ferð síðan alingsarbeiðið byrjaði, at talið er komið upp á 60. So at siga alt arbeiðið verður framt av privatfólki, sum yskja sær, at landið stuðlaði hesum tiltaki, so at arbeiðið kann halda á fram.