Føroyskur Gajol-pakki

Ga-jol hevur útskrivað eina kapping á internetinum, har tú kann vera við til at designa ein nýggjan Ga-jol pakka. Millum tey, ið kappast, er Tóra við Keldu, sum hevur designað ein føroyskan pakka

Kapping

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Skjótt kunnu vit kanska síggja tann fyrsta føroyskt designaða Ga-jol pakkan. Fyritøkan handan Ga-jol arbeiðir við at designa nýggjar Ga-jol pakkar, og hava fingið 10 kendar designarar at geva sítt boð uppá ein nýggjan Ga-jol pakka. Harafturat hava teir latið upp fyri at vanlig fólk kunnu gerast tann 11. designarin í kappingini.

Millum tey, ið hava verið inni og gjørt ein Ga-jol pakka, er klaksvíksdaman Tóra við Keldu.

- Eg sá í eini sjónvarpslýsing, at ein kapping var, har tú kundi fara inn á heimasíðuna hjá teimum og designa ein Ga-jol pakka, og eg helt tað hevði verið stuttligt, at havt ein føroyskan Ga-jol pakka, sigur Tóra við Keldu.

Hon hevur gjørt tríggjar ymiskar pakkar, og millum teir er hesin á myndini við Merkinum á. Tóra vísir á, at tað eisini eru aðrir føroyskir luttakarar í kappingini, og at tað stendur øllum frítt at fara inn at gera sín egna pakka.

- Men tað hevði verið stuttligt, um føroyingar samlaðu seg um ein pakka, tí tað eru jú nógvar atkvøður, sum føroyingar hava, vísir hon á.

Um vónirnar fyri at júst hesin pakkin gerst ein vinnari, sigur Tóra við Keldu, at hon er ikki hevur ánilsi av, hvussu tað fer at ganga.

- Men eg blívi so øgiliga spent, tá tað eg eri við í slíkum kappingum, og tað hevði verið stuttligt, um vit fingu ein føroyskan Ga-jol pakka, staðfestir hon.

Um nakar hevur hug at fara inn at atkvøða fyri teimum føroysku pakkunum, ella at gera sín egna pakka, so kann hetta gerast á heimasíðuni www.designgajol.dk.