Maðurin, sum hevur skrivað Føroyar, sungið um heimstaðið og heimin allan, framførir fyri føroyingum í útlegd í kvøld. Steintór Rasmussen sum er aktuellur við nýggjari fløgu leggur á síni musikalsku vallaraferð leiðina framvið gamla og kenda skarvabøli í Keypmannahavn við nýggjum og gomlum slagarum.
Afturat sær hevur hann Heiðrun Petersen á violin, Pætur við Keldu á klaver og Jóhannus á Rógvu Joensen á bass. Byrjað verður á midnátt .










