Føroyskur fotografur skal kappast í USA

Ein mynd hjá Rannvá Joensen er komin í finaluna í stórari kapping í California

Rannvá Joensen hevur seinastu árini gjørt vart við seg á Instagram við sínum vøkru náttúrumyndum av Føroyum. Nú skal hon til California í USA at kappast móti 15 øðrum finalistum í stóru myndakappingini There There Photo Festival.

Tað er ein dronumynd hjá Rannvá tikin í Íslandi, sum er vald út til hesa myndakappingina. Dramatiska og flotta myndin sæst her:

##med2##

Leiðin gongur til California síðst í september mánað. Inntil tá ber til at atkvøða fyri teimum 15 myndunum, sum eru í finaluni HER.

- Tað hevði glett meg heilt ótrúligani nógv, um tit tímdu at stemma uppá mína mynd. So hava tit sjálvi ein møguleika at vinna eitt myndatól fyri 6000 $ og eina ferð fyri tvey til Joshua Tree Festivalin, skrivar Rannvá Joensen á Facebook.