Annað árið á rað skipa føroyingar í London fyri flaggdagsgudstænastu. Tað eru Louis Apol-Wilson og Dánjal Rein, sum saman við føroyska sjomannsprestinum
i Hull skipa fyri flaggdagsgudstænastuni. Hetta verður í donsku kirkjuni í Regents Park tann 24. apríl, altso dagin undan flaggdegnum. Hjørdis Kjærgaard leiðir gudstænastuna, sum byrjar klokkan 18:00. Aftaná gudstænastuna er buffet á skránni.
Flaggdagsgudstænastan í London skal eftir ætlan vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, júst tí bretar høvdu ein leiklut í viðurkenningini av Merkinum.










