Flaggdagin skipar Mentanarhúsið ?Trekanten? í Aalborg fyri ?føroyskum degi?, við einari sera fjølbroyttari skrá
Við fyrilestrum, framsýningum, konsertum, kórsangi, norðurlendskum køkuborðhaldi, føroyskum dansi o.ø. letur ?Trekanten? dyrnar upp fyri føroyingum, ið ynskja at hátíðarhalda føroyska flaggið.
Flaggdagin verður føroyska Merkið vundið á stong í Aalborg.
Mentanarhúsið ?Trekanten? í Aalborg er henda dag karmur um eitt stórt føroyskt mentanartiltak, har ljós verður varpað á Føroyar.
Heini Madsen fer at greiða frá, hvat onnur halda um føroyingar. Málninga- og fotoframsýningar við Finnur Sivertsen og Jørgen Skytte. Konsert verður við Sigrid Rasmussen og føroyskt kór syngur undir leiðslu av Elisbeth Gummesen.
Ikki óvæntað verður eisini skipað fyri føroyskum dansi við Ingu og Fridjof Tórgarð sum skiparum.
Tiltakið verður ímillum 13-17.
Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá ?Trekanten? www.trekanten.info










