Fimleikafelagið hjá føroyskum útisetum í Keypmannahavn, ÍF Føroyar Fimleikur, framførdi í gjár í Tivoli.
Danska Fimleikasambandið skipar hvørt ár fyri einum degi í Tivoli, har tey bestu innan fimleik kappast. Í ár verður hesin fimleikadagurin í morgin, leygardagin.
Upptakt til fimleikadagin hevur verið alla vikuna, har ymisk fimleikalið hava havt framførslur á stóra pallinum í Tivoli.
Í gjárkvøldið vóru so kvinnurnar í ÍF Føroyum í Tivoli, har tær framførdu sína seriu.
Til ber at síggja framførsluna hjá ÍF Føroyum Fimleiki her