Nógvur føroyskur tónleikur verður at hoyra kring Danmark í februarmánaði. Byrjað verður longu hetta vikuskiftið, tá eitt stórt dj-tiltak verður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Heili sjey dj-arar fara at spæla á Vesterbrogade leygarkvøldið, teirra millum fleiri føroyskir umframt nakrir danskir.
Fríggjadagin eftir hetta spælir Høgni Lisberg á Norðuratlants Bryggjuni, og mikukvøldið 17. februar spælir Fróði Hansen við bólki í Lades Kælder ? eisini í Keypmannahavn.
Eftir hetta taka The Dreams yvir í nakrar dagar, tí frá 18. til og við 20. februar spæla teir í Albertslund, Aalborg, Lyngby og Vordingborg.
Eisini Eivør Pálsdóttir fer at seta sín dám á februarmánað í Danmark, og 19. februar spælir hon á Strib festivalinum í Middelfart.
Eitt neyvari yvirlit yvir hesar konsertir, umframt onnur mentanarlig tiltøk, er at finna á myspace.com/Foinvasion.
Aftrat øllum hesum tiltøkum spæla Oniontree á The Rock tann 10. februar. Hetta ger trummuspælarin í bólkinum, Magnus Ovason, vart við í viðmerkingunum niðanfyri.
Oniontree, gav sína fyrstu fløgu út í desember og vunnu eisini heiðurin sum besti nýggi bólkur á Planet Awards.