Føroyskur føstulávintsdansur í Havnar Klubba

Fríggjakvøldið verður almennur føroyskur føstulávintsdansur í Havnar Klubba Gomul siðvenja var at dansa føstulávintsmánakvøld, men av tí at vanligur arbeiðsdagur er dagin eftir, er nú meira vanligt at fyritøkur og onnur halda føstulávint fríggjakvøldið undan føstuni.

Fyri mongum árum síðan tók Dansifelag Kaggans stig til at flyta almenna føstulávintsdansin frá føstulávintsmánakvøldi til føstulávintsfríggjakvøld.

Øll árini varð dansað í Kagganum, men sum kunnugt tæna hølir Kaggans í dag øðrum endamáli, og tí ber ikki til at dansa har nú. Dansifelag Kaggans stóð tí uttan høli til almennan dans, men í góðum samstarvi við Havnar Klubba kundi Dansifelag Kaggans fyrireika almenna føroyska føstulávintsdansin í Klubbanum. Hetta hevur eydnast sera væl, og tí verður tiltakið aftur í ár.

Dansuri byrjar klokkan 22.