Í dag, leygardag 20. september, skipar dansifelagið Fótatraðk fyri almennum føroyskum dansi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, Vesterbrogade 17A. Í heyst verða liðin tjúgu ár síðan dansifelagið Fótatraðk varð stovnað í Keypmannahavn. Hóast 20 ár eru long tíð hjá einum útisetafelag, og hóast nógv fólk er komið og farið hesi árini, so gongur dansurin framvegis lystiliga annaðhvørt sunnukvøld í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Tjúgu ára stovningardagurin verður hátíðarhildin leygardagin hin 20. september, og ætlanin er at savna allar dansiáhugaðar føroyingar í Danmark í Føroyahúsinum hetta kvøldið. Øll tey føroysku dansifeløgini í Danmark umframt dansifelagið Tøkum Lætt úr Føroyum eru boðin í veitslu. Byrjað verður við borðhaldi fyri innbodnum, men klokkan 22:30 lata dyrnar upp til almennan dans, og hetta man allarhelst verða besta høvi nakrantíð hjá útisetum at fara upp á gólv.
Tað er ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin.