Føroyskur eygleiðari í London

Jon Hestoy verður eygleiðarin, sum skal tryggja sær, at alt gongur rætt fyri seg, tá kappsvimjing verður í dokkini í Themse ánni um vikuskiftið

Svimjing

Tann føroyingurin, sum man hava rokkið longst innan svimjing, er uttan iva Jon Hestoy, sum á sinni enntá var upptikin í Guinness-metbókini fyri 24-tíma metsvimjing.
Tað metið er tó sligið fyri nøkrum árum síðani, og aktivu svimji-dagarnir hjá Jon eru eisini taldir, men hetta merkir tó ikki, at hann heilt hevur slept ítróttini.
Eitt nú skal hann um vikuskiftið vera eygleiðari í London, tá árliga svimjikappingin í Themse ánni er á skránni. Hetta er ein sokallað open-water kapping, har luttakararnir kappast á einum 5 kilometra langum teini.
Sjálvur sigur Jon, at hansara leiklutur her bert verður at tryggja sær, at alt gongur fyri seg sambært fyriskrivaðu kappingarreglunum, og at hann einki skal hava við sjálva dømingina at gera. Her er Jon annars ein av bert tveimum føroyskum altjóða dómarum.
- Hetta hevur tó einki sum helst við dómaragerningin hjá mær at gera. Eg skal bara vera á staðnum, undan og meðan kappast verður, og har skal so ansast eftir, at alt gongur fyri seg sambært reglunum. Um so okkurt mótmæli kemur, so skal eg taka støðu til tað, sigur Jon Hestoy.
Umframt leiklutin sum eygleiðari, eru boð eisini eftir føroyska svimjidómarum, tá EM-kappingarnar eru á skránni. Henda uppgávu er ein partur av limaskapinum í einari nevnd undir Evropeiska svimjisabandinum, ið hevur ábyrgd av kappingum á sjónum, vøtnum og áum. Jon hevur sitið í hesari nevndini síðani 1998 og er skeiðið liðugt komandi heyst.