Sonni Eliasen gjørdist herfyri tvífaldur evropameistari í Kettlebell. Leygardagin vóru karmarnir eitt sindur eyðmjúkari, tá ið hann bert hevði ein mótstøðumann í kappingini í Føroyum. Hetta var Magnus Pauli Glerfoss, ið hóast gott avrik ikki fekk koppað evropameistaranum.
Sonni Eliasen vann evropameistarakappingina í sínum vektflokki í greinini longcycle, ið snúði seg um at lyfta 32 kg í einari tíggju minuttir langari venjing.
Dagin eftir valdi føroyingurin so at royna seg í nøkrum sum kallaðist biatlhlon.
-Tað var ikki mítt besta avrik í biathlon, men tað gjørdist so til eina gullmedalju har. Eg hevði lagt allan dentin á fyrru kappingina, og var nakað troyttur frá fríggjadegnum. Men eftirsum túrurin var nakað langur, so gjørdi eg av at kappast báðar dagarnar eitt sindur fyri stuttleikar.
Flotta úrslitið ber enn eitt boð um at føroyingar kunnu røkka tindunum í einstaklingaítrotti, heldur Sonni Glerfoss, og umstøðurnar til júst hesa ítrottargreinina eru góðar.
-Eg eigi alla venjingarútgerðina sjálvur, og venji eisini onnur í Fullpower í Klaksvík. Har eru góðir íðkararir, men fólk eru eitt sindur bangin at kappast og at hugsa um EM og HM, men vit eru á altjóða støði um vit vilja, staðfestir evropameistarin, Sonni Eliasen.