Ríkisfundur
Leynar:
Ætlanin hjá landsstýrinum um at søkja um limaskap í EFTA hevur - fyribils - fingið eitt skot fyri bógvin. Hetta er greitt eftir ríkisfundin millum Anders Fogh Rasmussen, Hans Enoksen og Jóannes Eidesgaard fyrrapartin mánadagin.
Spurningurin um føroyskan EFTA-limaskap var eitt av evnunum á tveir tíma langa ríkisfundinum í Leynum.
Hóast danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, sigur seg vera positivt sinnaðan til at kanna møguleikan fyri føroyskum limaskapi í EFTA, metir hann kortini, at ávísar forðingar skulu beinast av vegnum, áðrenn ein umsókn úr Føroyum kann latast EFTA.
Løgfrøðiligar forðingar
Á tíðindafundinum stutt fyri døgurða varð danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, spurdur, hvørja støðu danska stjórnin hevði til føroyskan limaskap í EFTA.
-Nýggja heimildarlógin leggur upp til, at Føroyar hava møguleika at søkja um limaskap í altjóða felagsskapum, sum samstarva um málsøki, sum Føroyar frammanundan hava yvirtikið. EFTA fevnir rættiliga breitt, og fleiri av samstarvsøkjunum eru øki, sum ikki eru yvirtikin av føroysku myndugleikunum. Áðrenn Føroyar kunnu søkja um limaskap er neyðugt at beina hesar løgfrøðiligur og teknisku forðingarnar av vegnum, svaraði Anders Fogh Rasmussen.
Millum løgfrøðiligu og teknisku forðingarnar, ið Anders Fogh Rasmussen sipar til eru millum annað ársroknskaparlógin, loftferðsla og fíggjarmál. Hetta eru mál, sum limalondini í EFTA, Ísland, Sveis, Noreg og Liktenstein, samstarva um, men sum ikki eru undir fullum føroyskum málsræði, men framvegis eru undir donsk málsøki.
Er tað ikki í roynd og veru bert ein spurningur um, hvat limalondini í EFTA vilja? Prógvar føroyski limaskapurin í NAMCO ikki, at tað er viljin hjá limalondunum, sum vigar meira enn løgfrøðin?
- Vit eru noyddir at halda okkum til heimildarlógina. Men tað er rætt, at tað eru limalondini í EFTA, sum í síðsta enda avgera, hvønn tey vilja hava sum lim, svarar Anders Fogh Rasmussen.
Spurdur hvørjar ítøkiligar fyrimunir, forsætisráðharrin sá í einum føroyskum limaskapi í EFTA, svaraði Anders Fogh Rasmussen:
-Talan vil fyrst og fremst verða um handilsligar fyrimunir. Við EFTA limaskapi vil Føroyar eisini fáa eitt tættari politiskt og búskaparligt samstarv til onnur lond. Ikki minst vil ein limaskapur vísa at Føroyar vilja geva sítt íkast til alheimsgerðingina, tí stórur partur av alheimsgerðingini fer fram í altjóða felagsskapum.
Tosa við limalondini
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, ásannaði eisini á tíðindafundinum, at ávísar løgfrøðiligar og tekniskar forðingar mugu beinast av vegnum, áðrenn Føroyar kunnu søkja um limaskap í EFTA. Hann dugdi kortini ikki ítøkiliga at síga, hvussu lang tíð fer at ganga, áðrenn løgfrøðiligu og teknisku forðingar verða beindar av vegnum.
-Vit fara alt fyri eitt undir at kanna, hvussu vit kunnu loysa hesar teknisku og løgfrøðiligu forðingar, tí landsstýrið hevur gjørt greitt, at vit vilja skjótast gjørligt søkja um limaskap. Vit fara eisini í næstum at seta okkum í samband við hini limalondini í EFTA fyri at fáa greiðu á, hvørja støðu tey hava til føroyskan limaskap, sigur Jóannes Eidesgaard.