Høvi verður at hoyra nakað so forkunnugt sum føroyskt tekno og hús (house) á G! Tað er ikki á hvørjum degi, at ein kann hoyra føroyskar DJ?s, ið gera sín egna tónleik. Tekno, hús (house) og líknandi elektroniskur tónleikur hevur so at siga verið ikkiverandi í Føroyum gjøgnum tíðirnar.
Men seinastu árini er ein lítil veking farin fram innan hetta slagið av tónleiki. Nevnast kunnu High Hat, SAKARIS, Dan G. Helgi og so tey bæði über-hippu spøkilsini í The Ghost.
Ein annar, ið hevur kastað seg yvir elektroniska tónleikin, er strandingurin Dávur Poulsen. Síðani 1999 hevur Playmo, ið er hansara listanavn, gjørt sín egna tónleik, so tað verður avgjørt áhugavert at hoyra hann á G! í hesum soltnu DJ-tíðum!
Á heimasíðuni hjá G! stendur:
Tónleikurin er við orðum Dávursar; ?Minimal og techno við eitt sindur av electro house uppi í?. Hvört Playmo´sa minimal og techno (við eitt sindur av electro house uppi í) er í ferð við at birta í eitt serligt Strandasound, skal her verða ósakt. Eingin ivi er tó um, at her er talan um eitthvört í föroyskum höpi spildurnýtt, og spennandi verður at síggja, hvat framhaldandi spyrst burturúr!
Far djúpari:
High Hat á MySpace<a> <a href=http://www.myspace.com/sakariselectro>SAKARIS á MySpace<a> <a href=http://www.myspace.com/danghelgi>Dan G. Helgi á MySpace<a> <a href=http://www.myspace.com/theghostband1>The Ghost á MySpace<a>