Føroyski dansurin hevur djúpar røtur í Føroyum. Her verður sagt frá eini søgu, meðan dansað verður. - Vit brúka dansin til samanhald, gleði og gaman, siga tey í Tofta skúla Vit eru í bestu dansitíð, og herfyri bjóðaði Tofta skúli Eysturoyar Dansifelag at koma inn í skúlan at dansa og kvøða saman við næmingum og lærarum. Hesi tiltøk vóru ávikavist hósdagin, 12. februar og týsdagin, 17. februar.
Í Tofta skúla venur hvør flokkur sítt kvæði, sum tey so skipa á føstulávint, tá allur skúlin í felag fer upp á gólv.
Í ár er Sigmunds kvæði yngra felags kvæðið fyri allar flokkarnar.
Tofta skúli hevði biðið Jens Dalsgaard lærara um at hava fyrilestur fyri næmingunum um søguna, ið hetta kvæðið er yrkt um og røða um føroyska dansin, ið er ein av okkara mentanar perlum.
Tað eru eldsálir, sum standa aftanfyri eitt og hvørt dansifelag, og tá Eysturoyar Dansifelag herfyri vitjaði í Tofta skúla, vóru slíkar eldsálir við úr eitt nú Funningi, Syðrugøtu, Norðskála, Glyvrum og Saltangará.
Hin fyrra dagin vórðu næmingarnir býttir upp í tríggjar bólkar. Fyrst segði Jens Dalsgaard frá, hvussu týdningarmikil føroyski dansurin er og síðani søguna um Sigmunds kvæði yngra og yrkjaran, ið var føddur á Nesi. Síðan varð farið upp á gólv í Tofta skúla. Hetta riggaði stak væl saman við fólki, ið hevur skil fyri kvøðing og dansi.
Sum avrátt komu limir úr dansifelagnum aftur í Tofta skúla týsdagin 17. februar, og tá vórðu næmingarnir býttir upp í 4 bólkar, har hvør bólkur fekk 20 minuttir at dansa í.
Í morgun verður so føstulávintshald við tunnuslátri, føstulávintsbollum, kvøðing og dansi í Tofta skúla, har foreldur, ommur og abbar eru vælkomin at verða við.










