Felagið Tøkum Lætt bjóðar øllum áhugaðum at vera við til føroyskan dans í Skansastovu í Djóna í Geilsgøtu í Havn.
Felagið sigur, at miðað verður ímóti, at skráin verður so fjøltáttð sum møguligt við styttri vísum og tættum, umframt teimum longru kvæðunum. Tiltakið er sostatt bæði fyri roynd og óroynd.
Dansað verður nú sunnukvøldið tann 2. oktober, og annað hvørt sunnukvøld frammyvir í Skansastovu, Djóni í Geilgøtu 1 sigur nevndin í Tøkum Lætt.










