Aftur í ár skipar dansifelagið Tøkum Lætt fyri 13. kvølds dansinum, sum hesa ferð verður leygarkvøldið.
Fyri 16 árum síðani bleiv dansifelagið Tøkum Lætt stovnað. Eitt av endamálum
felagsins var at vaksa um áhugan fyri føroyskum dansi millum fólk, og tí fór felagið undir henda 13. kvølds dansin, sum er eitt gamalt dansikvøld. Tað hevur nú verið 15 ár á rað.
Somuleiðis hevur felagið dans bæði 2. jólakvøld og 2. páskakvøld. Hesi bæði seinni
tiltøkini verða hildin í Skansastovu, har felagið dansar annaðhvørt sunnukvøld í
vetrarhálvuni.
- Við hesum tiltøkum kundi Tøkum Lætt hugsa sær at vekja minnini um navgatørdansin,
sum so nógv hevur verið tosað um, sigur felagið í tíðindaskrivi í dag.









