Nú skipað verður fyri Føroya Sjómannadegi í Klaksvík í vikuskftinum, vil Klaksvíkar Dansifelag eisini verða við til at fjølga um skránna. Føroyskur dansur hevur ikki verið á skránni á sjómannadegnum áður. Formaðurin í Klaksvíkar Dansifelag, Heini Mohr, sigur, at felagið fer at skipa fyri føroyskum dansi á Stangarbrúnni leygarkvøldið klokkan 22, tá tiltøkini har fara at verða liðug. Ætlanin er at kvøða vísurnar, Ormin Langa og Vaagen. Tá liðugt er á bryggjuni, verður farið í felagshølini í Skálanum klokkan 23, har føroyski dansurin verður uppaftur tikin – og dansað verður, so leingi fólk hava orku og hug til tess. Klaksvíkar Dansifelag hevur 200 limir og dansað verður hvørt sunnukvøld í dansitíðini. Eisini skipar felagið fyri føroyskum dansi fyri børnum. Heini Mohr sigur, at áhugi er fyri føroyska dansinum í Klaksvík, og hann heldur, at hesin parturin av mentanini er væl ”koyrandi” í Klaksvík í løtuni. Nú sjómannadagur verður, ynskir felagið at verða við til at fjølga um tey tiltøk, sum eru í Klaksvík hesar dagar. – Vit vóna, at áhugin fyri hesum tiltaki verður stórur, sigur Heini Mohr, sum hevur verið formaður í Klaksvíkar Dansifelag seinastu 11 árini.









