Føroyskur dansur í Reinsarínum

Í kvøld verður føroyskur dansur í Reinsarínum í Havn, og tað er Tøkum Lætt, sum skipar fyri.

Fyrr var 2. jólakvøld hæddarpunktið hjá føroyska dansinum. Men, tíðir broytast, og einki stendur í stað. Og tó.

 

Kanska er tað ikki júst soleiðis í dag, sum tað var í sínari tíð, men føroyskur dansur er framvegis ein partur av kvøldinum, bæði í bygd og bý.

 

Hetta er eitt hugnaligt kvøld hjá teimum sum eru við og sum dáma at dansa og læra gomlu kvæðini.

 

Í kvøld verður føroyskur dansur í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn, og tað er Tøkum Lætt, sum skipar fyri. Hetta er almennur dansur, og øll eru hjartaliga vælkomin.