Tónleikur
Seinastu vikurnar hevur nógv rok verið á og kring Christiania, onkra løtuna hevur tað mest mint um eina krígsstøðu, men leygarkvøldið 2. juni verður eitt heilt annað stríð havt á lofti á Christiania, tá føroyingar fara upp á gólv í Operaen í Christiania.
Operaen liggur í navnframu Pusherstreet, henda gøta er næstan líka navnfram sum Strøget og Den Lille Havfrue. Síðan frístaðurin í danska høvuðsstaðnum varð til, hevur Christiania verið ein turistmagnetur, og við hasj-handlinum fekk gøtan frá høvuðsinngongdini og inn gjøgnum hjarta av Christiania navnið Pusherstreet. Navnið gjørdist so inngrógvið, at tað í eitt tíðarskeið var skrivað á Danmarkskortið hjá Krak. Tá løgreglan fyri nøkrum árum síðan koyrdi burtur hasjsølubúðirnar, var navnið tikið av Danmarkskortinum.
Tað er Edmund Sofus Jacobsen, ið til dagligt fæst við at fyriskipað tónleikatiltøk, ið stendur fyri hesi serligu hending.
Uppá gólv á miðnátt
- Ja, tað var mítt hugskot. Hetta kvøldið skipa vit fyri konsert við íslendska Petur Bén og Boys In A Band í Operaen á Christiania. Eg havi sett meg í samband við Týr og nøkur onnur sum duga Ormin Langa, um at skipa nøkur øðrindi í ein ring frammanfyri pallinum á Operaen, hetta verður á miðnátt og áðrenn bólkarnir fara á pallin, sigur Edmund Sofus Jacobsen. Hann biður fólk, ið duga Ormin Langa um at seta seg í samband við hann á edmundjacobsen@yahoo.com.
Eftir dansin fer íslendski Pétur Ben, sum verður við á G! í ár, at undirhalda við frálíkum gittarspæli og sangi. Kendi íslendski tónleikarin Mugison hevur sagt, at Pétur Ben gav út kanska bestu fløgu í Íslandi í fjør. Kvøldið endar við, at Boys In A Band spæla seinastu konsertina á síni konsertferð kring Danmark, sigur Edmund Sofus Jacobsen.
Gyklara høli
Operaen, sum liggur á 1.hædd, er eitt hugnaligt gøjlarahølið vit sirkuslitum og barr sjálvandi. Bygningurin er er sera gamal og sterkur, hann er upprunaliga bygdur sum arbeiðspláss fyri herfólk - - Á Christiania siga tey at bygningurin er frá 1820´unum. Men tað bilar onki, tí at vit hava føroyskan dans frá 1200´talinum, så kom igen, sigur Edmund í skemti.
Fyrstu ferð á Christiania
Edmund hevur skipað fyri tónleikatiltøkum kring Keypmannahavn seinastu árini, men hetta er fyrsta tiltakið á Christiania.
- Eg havi verið í samráðingar við Christianittarnir alla vikuna. Eitt serligt fólkaslag, má eg siga. Christiania er ikki mítt dagliga stamstað, sjálvt um tað er eitt vakurt stað um summari. Fólkið virkar sera vinarligt og erligt. Tað positiva er, at tey síggja ikki prominentar snobbar fyri nakað, sigur Edmun, og heldur fram
- Tey hava eina langa søgu aftanfyri seg, og tey eru niðri á jørðini. Tó at eg ikki eri samdur við øllum teirra meiningum, so kann man skilja, at tey irriterast yvir politi og politikarar, sum dagliga eru eftir teimum, so tey spakuliga missa øki og stoltleika. Men tak ikki feil, tey hava eitt hav av humor. Kanska er Christiania skjótt søga fyri danir, men so missur Danmark eitt av sínum best vitjaðu ferðavinnumálum, sigur Edmund Sofus Jacobsen.
Leygarkvøldið 2. juni verður so í øllum førum høvi hjá útisetum og øðrum áhugaðum, at vitja Christiania, møguliga á fyrsta sinni, men vónandi ikki á síðsta sinni. Atgongumerkini til alt tiltakið kosta 60 krónur.









