Vikuskiftið 14.-15. februar bjóðar Føroya Fólkaháskúli tvey spennandi vikuskiftisskeið. Hesaferð í føroyskum dansi og kvæðaskaldskapi við við Jónleif Johannesen, og skeið í digital foto v. Edvard Nyholm Debess.
Á dansiskeiðinum fæst at vita um kvæðini og føroyska dansin, fyrr og nú. Ein lærir at minnast kvæðini uttanat og at skipa í dansi. Skeiðið er skipað sum stuttir fyrilestrar, bólkaarbeiði, og farið verður upp á gólv.
Í digital foto fæst høvi at menna persónligan fotostíl. Eisini lærir ein at síggja motivið, at komponera myndina og fanga løtuna. Skeiðið er skipað við fotouppgávum, bæði fyri einstaklingar og í bólki.