Dansináttin 2013 verður í Norðurlandahúsinum 3. august. Dansináttin er alment tiltak, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring, landsfelag føroyskum dansi at frama, skipa fyri.
Dansináttin hevur uml. 30 ár á baki - hevur verið nærum síðani Norðurlandahúsið lat upp. Dansitíðin er vetrarhálvuna, men fleiri eru, ið kundu ynskt sær eina dansinátt um summarið, tí saktans kunnu hesar verða góðar og minnisríkar. At dansináttin hevur verið afturvendandi tiltak í so nógv ár, talar fyri seg. Vanligt er at síggja bæði útisetar, ferðandi og fólk úr øllum Føroyum í dansinum.
Ikki minst Norðurlandahúsið vil nýta høvi til at bjóða dansifólki og føroyska dansinum inn í stórslignu húsini. Norðurlandahúsið, sum uttan líkist einum álvaheyggi og innan er ein arkitektonisk perla, gevur eini summardansinátt heilt serligan dám.
Talan er um almennan føroyskan dans og eru øll vælkomin.
Byrjað verður kl. 21.00 og dansurin endar kl. 01.00. Er dansurin góður, verður hildið á eitt sindur longur.