Klaksvíkar Dansifelag skipar fyri føroyskum dansi í Skálanum í kvøld.
Í kvøld skipar Klaksvíkar Dansifelag fyri almennum føroyskum dansi í Skálanum.
Dansurin byrjar klokkan 22.00, og dansað verður í fyrsta umfari fram til hálvgum tólv. Tá verður steðgað á, so fólk fáa høvi at fara til midnáttarsamkomu at lýða á midnáttarrøðu og síggja fýrverk.
Eftir fýrverkið verður farið aftur í Skálan at dansað, og hildið verður á, til fólk ikki orka meira, sigur Heini Mohr, formaður í Klaksvíkar Dansifelag á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu. Møguleiki verður at fáa okkurt bæði til matna og drekka, meðan dansað verður.