Føroyskur dansur í 30 hitastigum

Í 30 hitastigum, sandalum, stuttum buksum og sóltoppum trein ein litfagur skari dansin seinnapartin ólavsøkuaftan á Bryggjuni í Keymannahavn


Kroppar gerast sum kunnugt ofta heitir í føroyskum dansi  ovurheitir meir at kalla í dansinum á Bryggjuni í Keypmannahavn á ólavsøku. Men hóast 30 hitastig og ikki eitt lot var í luftini, vóru ólavsøkugestirnir skjótir at nýta at sláa ring, og dansað varð bæði væl og leingi.

 
Og dansurin gekk ...
Hóast hann er farin um tey 80, stóð tað ikki á hjá Sveini Sørensen at skipa fleiri kvæði á tamb.
Tað var ikki minst honum fyri at takka, at dansurin gekk so fyrimyndarliga væl, hóast øll ikki vóru royndir dansarar, og onkur kanska als ikki hevði roynt tað fyrr.
Sum alt annað á ólavsøkuhaldinum á Bryggjuni, var føroyski dansurin sera væl fyriskipaður. Eitt nú høvdu fyrireikararnir syrgt fyri, at eitt serligt gólv varð lagt á brúgvarsteinarnar, har dansað varð, ið fjaðraði og gav eftir á hóskandi hátt.
Føroyski dansurin ólavsøkuaftan var partur av almennu skránni ólavsøkudagarnar á Bryggjuni. Hetta forðaði tó ikki ólavsøkugestunum í at halda á, og út á kvøldið og ólavsøkudag hendi tað seg meir enn so, at ein spontanur dansiringur tók skap, og trivið varð í eitt kvæði ella bæði tvey.